Kirkjan í Liberia takkar fyri gávuna
Sum vit fortaldu fyri nøkrum døgum síðani, hava føroyingar samlað 72.100 krónur inn til ta luthersku kirkjuna í Liberia. Biskupur, Daniel Jensen Seyenkulo og aðalskrivari, Naomi Ford-Wilson hava sent okkum hetta filmsbrotið, har tey takka fyri gávuna. Tað var kirkjan og Meinigheitshúsið á Skála, ið valdu at byrja eina innsavning í Føroyum, tá kirkjan í Liberia rópti neyðarróp orsaka av Korona. Innsavningin varð gjørd í samarbeiði við missiónsfelagið Promissio, sum hevur sent Elisabeth Poulsen frá Skála til Liberia.