Kirkjuliga Heimamissiónin hevði 408.000 krónur í avlopi í fjør

Roknskapurin hjá Kirkjuligu Heimamissiónini fyri 2018 er gjørdur upp og grannskoðaður og hevur eitt avlop uppá 408.000 krónur. Í 2017 var avlopið 556.000 krónur.

Tað er at gleðast um, at ársroknskapurin hjá Heimamissiónini hevur eitt gott úrslit aftur í 2018. Heimamissiónin hevur eitt sera fjølbreitt arbeiðið, og roknskapurin vísir samlaðu inntøkurnar og útreiðslurnar av hesum stóra og víðfevnda arbeiði. Í roknskapinum liggja arbeiðsøkini Leguhúsið í Nesvík, Heimamissiónsforlagið, Miðlaarbeiðið (Trúboðin, nú trubodin.fo), Simba (barna- og juniorarbeiðið), Eindin (familjuarbeiðið), HMU (Heimamissiónsungdómur), Sjómansmissiónin og Missión í Føroyum og uttanlands.

Samlaðu inntøkurnar í 2018 eru 7,2 milliónir krónur í mun til 7,0 milliónir í 2017, meðan útreiðslurnar í 2018 eru 6,8 milliónir krónur í mun til 6,4 milliónir árið fyri. Samlaða lækkingin í úrslitinum uppá 148.000 krónur kemst serliga av, at í 2017 komu fleiri gávur inn frá missions- og meinigheitshúsum. Eisini kann nevnast, at í 2018 vórðu brúktar fleiri útreiðslur til KT, sum liggur undir fyrisitingarútreiðslum. Hetta eru útreiðslur í sambandi við at gera heimasíðuna trubodin.fo, og eisini vórðu útreiðslur brúktar í sambandi við, at servarar gingu fyri.

LES EISINI  Takksemi

Til árið 2018 er annars vert at nevna, at bókin “Lívgað sjófólk í eina øld” gav eitt gott ískoyti til úrslitið. Prentað vóru 3.000 eintøk, og við ársenda vóru færri enn 1.200 bøkur eftir á goymslu í Nesvík.

Samlaðu inntøkurnar býttar upp í høvuðsøki

Útbyggingin av Leguhúsinum í Nesvík ávirkar ikki sjálvan raksturin hjá Heimamissiónini, men verður hildin uttanfyri í eini avseting, sum tað eisini sæst í roknskapinum. Við ársenda eru samlaðar inn tilsamans góðar 20 milliónir krónur, meðan brúktar eru smáar 26 milliónir. Tá er keyp av lendi og øðrum íroknað. Bankaskuldin við ársenda er umleið 11 milliónir krónur. Nú nærkast, at útbyggingin er klár at taka í brúk, men enn er stórur tørvur á gávum til hetta endamál, bæði einstøkum gávum og føstum mánaðargávum. Til ber at tekna seg sum fastan gevara á http://www.mission.fo/gev , har tú eisini sært kontonummur, um tú heldur ynskir at geva einstaka gávu, ella tú heldur vil stovna fasta flyting sjálv/ur.

Samlaðu útreiðslurnar býttar upp í høvuðsøki

Heimamissiónin takkar hjartaliga fyri allar gávur, stuðul og forbøn í árinum, sum fór. Tað er sera týdningarmikið, at vit standa saman í hesum stóra og fjølbroytta arbeiði, vit sum Heimamissión gera, fyri at bera menniskjum í øllum aldri gleðiboðskapin um Jesus.

LES EISINI  Nú nærkast av álvara!
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina