Kirkjuliga Heimamissiónin keypt alistøðina í Nesvík

Heimamissiónin hevur í dag skrivað undir keypsavtalu við P/f Fiskaaling um, at Heimamissiónin yvirtekur alistøðina hjá Fiskaaling, sum stendur niðri við sjóvarmálan norðanfyri Leguhúsið í Nesvík. Ætlanir eru um at nýta bygningar og øki til ein møguligan háskúla í Nesvík.

Heimamissiónin eigur og rekur eisini Leguhúsið í Nesvík, sum hvørt ár er til gleði fyri túsundtals børn, ung, familjur og eldri. Við keypinum av alistøðini hevur felagsskapurin víðkað um økið og møguligar karmar til virksemið, sum er í Nesvík. 

Nýggja økið og bygningarnir lata upp fyri fleiri møguleikum fyri alt leguøkið í Nesvík, sum í framtíðini bæði kann brúkast til legur, ráðstevnur, skúla, konsertir og onnur tiltøk.

Leguhúsið í Nesvík hevur síðan 1993 hýst børnum, ungum og vaksnum úr øllum Føroyum til legur og onnur tiltøk hvørt ár. Tað verður nýtt alt árið, fyrst og fremst til kristiligar legur fyri børn, ung og vaksin. Harumframt verður bygningurin leigaður út til seturskúlar, bygdalegur, fyritøkur, venjingarlegur, fundir og annað. Samanlagt eru umleið 10-15.000 gistingar í Nesvík hvørt ár.  

LES EISINI  Arbeiðsdagur verður í Nesvík leygardagin 8. juni
Jákup Brúsá, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini, og Jóhanna Lava Køtlum, stjóri í Fiskaaling.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina