Kirkjuliga Heimamissiónin skal hava nýggjan aðalskrivara

Í summar fer Andrias Magnussen úr starvi sum aðalskrivari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, eitt starv, sum hann hevur røkt síðani á sumri 2018, tá ið hann loysti Øssur Kjølbro av.

– Mær hevur dámt væl í starvinum, sum hevur verið spennandi og læruríkt, við nógvum avbjóðingum og møguleikum sigur Andrias Magnussen: – Tað hevur verið ein frøði og ein heiður at verið leiðari hjá Kirkjuliga Heimamissiónin. Nú byrjar so eitt nýtt skeið í mínum arbeiðslívi.

Andrias Magnussen hevur fingið starv sum varaskúlastjóri í Fuglafjarðar skúla, har hann byrjar 1. august. Vit í Kirkjuligu Heimamissiónini vilja takka Andriasi hjartaliga fyri tíðina í starvinum og ynskja honum Guds ríku signing víðari á lívsleiðini.