Kirkjur í Danmark avlýsa gudstænastur orsaka av orkukreppuni

Nógva staðni í Danmark verða gudstænastur avlýstar orsaka av orkukreppuni, sum hevur rakt landið. Stórur partur av gomlu kirkjunum úti á bygd verða hitaðar við el, og kirkjuráðini verða noydd at gjalda 300% meira enn tað, sum tey vanliga rinda fyri el.

Marianne Gaarden, biskupur, greiðir TV2 frá, at hon hevur givið teimum 108 kirkjunum í stiftunum í Lolland-Falster loyvi antin at flyta ella avlýsa gudstænastur fyri at spara orku. – Stóra kirkjan í Rødby verður hitað við fjarðhita, meðan hinar tríggjar kirkjurnar í sóknini verða hitaðar við el. Tær liggja uttanfyri Rødby, har ikki serliga nógv fólk búgva. Tí verður kirkjufólki samlað til gudstænastu í einari kirkju í Rødby, sigur biskupurin.
– Tað er dýrt at hita eina gammla miðaldarkirkju upp við el, leggur hon afturat.

Tá ið ein kirkja avlýsir gudstænastuna, so skal hon syrgja fyri flutningi til eina aðra kirkju, soleiðis at øll hava møguleika at luttaka í eini gudstænastu.

Aðrastaðni velja tey at hava gudstænasturnar aðrastaðni enn í kirkjuni. Her verða gudstænasturnar fluttar til minni høli, sum eru hitaði frammanundan.

Eisini í Århus stift og í Viborg stift verða gudstænastur antin avlýstar ella fluttar.