Kirkjuráðsval: Friðarligt í Klaksvík

Á middegi høvdu seks prosent valt.

Og tey vænta heldur ikki at valluttøkan verður stór hesaferð. Klaksvík hevur verið hart rakt av koronufarsóttini seinastu vikurnar, og tað kemur helst eisini at síggjast á valluttøkuni.

Í nógv ár vóru fleiri listar til kirkjuráðsvalið í Klaksvík, men í ár – eins og seinast – er bert ein listi. Ein helt skemtiliga fyri, at tey vóru blivin meira samd seinnu árini.

Valstøðini lata aftur kl 20 í kvøld.

LES EISINI  Fundur fyri kirkjuráðslimir og kirkjutænarar í Eysturoynni sunnudagin
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina