Klárt at tekna seg til summarlegu!

Tilmeldingarskipanin til legurnar, sum SIMBA (barna- og juniorarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini) skipar fyri í summar, er nú opin. Seinastu árini hevur verið gravgangur eftir at sleppa á legu, og tí verða fleiri legur í ár enn í fjør.

Tær flestu summarlegurnar verða hildnar í Leguhúsinum í Nesvík, men tríggjar legur verða aðrastaðni. Ein lega er í Porkeri, ein á Giljanesi, umframt serligu leguna úti í vøkru og stórbæru føroysku náttúruni, nevnd Wild Life.

Ein lega afturat í Nesvík

Erla Mortensen, ið samskipar barna- og familjuarbeiðið, sigur, at tað verða fleiri legur í summar, enn tað vóru seinasta summar.

– Í mong ár er eftirspurningurin øktur, og seinastu árini hava verið langir bíðilistar til fleiri legur. Størsta trýstið hevur verið í sokallaða junioraldrinum, sum er 5.-7. flokkur. Í staðin fyri eina legu fyri 5.-7. flokk, skipa vit í summar fyri eini legu fyri 5.-6. flokk og eini fyri 6.-7. flokk. Tað er fantastiskt at kunna bjóða 150 børnum afturat at hoyra um Jesus, sigur Erla.

Wild Life er nakað heilt serligt

Wild Life-legan er eisini fyri tey stóru børnini – ella ungu – í 7. og 8. flokki. Henda lega er longu um mánaðarskiftið mai-juni. Tað er ikki komið endaliga upp á pláss, hvar legan verður, men hon er altíð ein langan gongutúr burtur frá alfaravegi, og øll legan er merkt av, at luttakararnir eru úti í tí vøkru og fríu náttúruni. Undanfarin ár hevur legan eitt nú verið í Sjeyndum, í Mykineshólmi, á Borðuni og í Dølum norðanfyri Vestmanna.

LES EISINI  Tekning til summarlegurnar gongst væl

Legurnar í summar fyri børn og juniorar eru hesar:

7.-8. flokkur    Wild Life       29. mai – 31. mai

2.-3. flokkur    Nesvík            26. juni – 30. juni

2.-5. flokkur    Sørvágur        26. juni – 30. juni

2.-5. flokkur    Porkeri           29. juni – 2. juli

3.-4. flokkur    Nesvík            1. juli – 5. juli

4.-5. flokkur    Nesvík            6. juli – 10. juli

5.-6. flokkur    Nesvík            11. juli – 15. juli

6.-7. flokkur    Nesvík            16. juli – 20. Juli

Gev gætur, at harumframt eru familjulega og ungdómslegur.

Evnið er “Jørðin”

Hvørt ár er eitt felags evni fyri barnalegurnar, og evnið í ár má sigast at vera sera viðkomandi – “Jørðin”. Tað merkir millum annað, at bíbliutímarnar fara at snúgva seg um tað skaptu jørðina, um at vera menniskja á jørðini, um Guds son, ið gekk á jørðini og síðani bjargaði henni, og eisini um at síggjast aftur á tí nýggju jørðini.

LES EISINI  Rokan í Nesvík

Kostnaður og tekningarfreistir

Allar legurnar uttan Wild Life-legan og legan í Porkeri kosta 695 krónur fyri hvønn. Wild Life-legan kostar 495 krónur fyri hvønn, og legan í Porkeri kostar 595 fyri hvønn. Til allar legurnar fáa systkin avsláttur. Eru tvey systkin á legu í summar, fáa tey 40 krónur í avsláttri hvør, trý systkin ella fleiri fáa 80 krónur hvør í avsláttri.

Tekningarfreistin fyri “vanligu” legurnar er 20. juni, men fyri Wild Life longu 22. Mai. Tó kunnu legurnar vera fullteknaðar væl áðrenn freistirnar, og tí ræður um ikki at drála ov leingi við at tekna seg. Royndirnar seinastu árini eru, at legurnar verða fullteknaðar fyrr og fyrr.

Tekningin fer fram her: (ein rindar samstundis) mission.fo/tilmelding

Avboð

Verður neyðugt at geva avboð til eina legu, sum ein hevur teknað seg til, fær ein part av kostnaðinum aftur eftir reglunum niðanfyri. Gev gætur, at mannagongdin er broytt í mun til undanfarin ár, tí nógv eyka orka fer til avboð.

LES EISINI  Stórmøtini: Komið í góðari tíð!

Her eru reglugerðin í samband við avboð:

·       Um avboð verður givið áðrenn tilmeldingarfreistina, fæst 80% av tilmeldingargjaldinum aftur.

·       Um avboð verður givið eftir tilmeldingarfreistina, fæst 50% av tilmeldingargjaldinum aftur.

Avboð kunnu gevast á mission.fo/tilmelding  ella info@mission.fo

Les meir um reglugerðina her

 

Onnur tiltøk í summar

Umframt nevndu legur eru onnur tiltøk í Leguhúsinum í Nesvík í summar.

Familjulega er 22.-25. juli. Ungdómslega fyri 8.-10. flokk er 9.-13. august. Ungdómslega fyri 17 ára gomul og eldri verður vikuskiftið 14.-16. august, beint áðrenn skúlarnir byrja aftur. Og bíbliuskeið verður 20.-23. august.

Hesi tiltøk verða lýst hvør sær.

Harumframt kunnu vit nevna sangfagnaðin, sum er seinna vikuskifti í heystfrítíðini, 16.-18. oktober.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina