KLH havt aðalfund

Krists himmalsferðardag, 13. mai, hevði Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag (KLH) aðalfund í missiónshúsinum í Hvalvík. Á skránni var formansfrágreiðing, roknskapur og annað.Byrjað var við felagssangi; og so hevði Ólavur Jacobsen andakt. 
Eftir tað, hevði Rúni Johansen, formaður, sína ársfrágreiðing, har hann tosaði um arbeiðið hjá felagnum. 
Magnus Joensen, kassameistari, legði roknskapin fram, sum var góðkendur av limunum. Val av nevndarlimum var eisini á skrá, og teir vóru afturvaldir.
Eftir tað, var tosað um ymiskt viðvíkjandi arbeiðinum og uppskot um lógarbroyting. Lógarbroytingarnar vórðu nevndar, men kunnu ikki koma í gildi fyrr enn komandi aðalfund, tí tað krevur lógin fyri felagið.

Tórður fekk herðaklappið

KLH ynskir ikki bara at finnast at tí, sum er niðurbrótandi og ókristiligt í Kringvarpinum, men ynskir eisini at stuðla og stimbra tí nógva góða, sum verður gjørt og sent í KVF.
Í tí sambandinum fekk Tórður Mikkelsen, útvarpsmaður,herðaklappið í ár, fyri sítt arbeiði.
Eftir tað, greiddu Armgarð Arge og Kári Sólstein frá mentanarsendingunum í KVF, har tað kristliliga hoyrir heima.Tað var sera áhugavert at hoyra og fáa innlit í arbeiðið.
Tey fingu eisini eina heilsan frá KLH, sum tøkk fyri gott arbeiði.
Útvarpsfólkini fingu eisini fleiri spurningar frá luttakarunum, sum tey svaraðu uppá.
Eftir tað var drekka.

Fjølbroytt sangmøti

Klokkan 18.00 var sangmøti við góðari undirtøku. Bill Justinussen, leiddi løtuna. Á skránni var felagssangur og andakt við Johannu Johansen. Terji Vestergaard, Ivonna Drangberg og Jógvan William Petersen og MC Restorff sungu tríggjar sangir hvør. Væl av fólki var til sangmøtið, sum endaði við einum góðum drekkamunni. 
Kristiligt Lurtara – og Hyggjarafelag takkar fyri ein góðan dag. 
Meiri fæst at vita um felagið og um arbeiðið á Facebooksíðuni hjá felagnum.