KLH: Hvør skal hava ársins herðaklapp?
Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag spyr á Facebook eftir uppskotum til hvør skal hava ársins herðaklapp.
Eins og árini frammanundan er ætlanin til aðalfundin í ár at geva einum persóni, sum hevur virkað fyri góðum og sømiligum sendingum í KVF, eitt herðaklapp. Vit taka fegin ímóti uppskotum til ársins herðaklapp. Send inn uppskot til ársins herðaklapp á hesum tráðnum ella á Messenger hjá Kristiligt Lurtara og Hyggjarfelag!! Uppskot skulu vera inni innan 1. mai 2024.
Aðalfundurin verður hildin sum vant Kristi Himmalferðardag, sum í ár er 9. mai.