Kom á Ársmøti í Nesvík

Í dag er Ársmøtið hjá Kirkjuliga Heimamissióninu í Leguhúsinum í Nesvík. Dagurin byrjar kl 14:00 við frágreiðingum um arbeiðið frá formanninum, Hera Kjærbo, og aðalskrivaranum, Jákup Brúsá, umframt fíggjarfrágreiðing, har ársroknskapurin verður lagdur fram. Møguleiki verður eisini at seta spurningar og gera viðmerkingar.  

Eftir ein kaffisteðg verður byrjað aftur kl. 16:00 við seks brellbittum, ið lýsa ymsar tættir av strategiska arbeiðinum í rørsluni, bæði lokalt og í felagsarbeiðinum.

Ársmøtið endar við einum sangmøti kl. 19:00 um kvøldi og einum ungdómsmøti kl. 21:30. Til sangmøtið verður ein framførsla frá bólkinum Tabitha og andakt við Pól Johannesen. Aftaná verður bjóðað til drekkamunn.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

LES EISINI  Jógvan Højgaard – 20 ár í starvi sum trúboðari
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina