Kom á vekingarmøti við Ólavi og Carsten

Hósdagin 28. sep. kl. 19:30 ert tú aftur vælkomin til vekingarmøti við trúboðarunum Ólavi Jacobsen og Carsten Fonsdal Mikkelsen.

Saman bjóða teir til eitt kvøld við bøn, sangi og vitnisburði. Vekingarmøtini eru fyri øll, sum vilja vera við til at biðja fyri, at veking nú aftur skal spreiða seg út yvir okkara land.

Á møtinum verður sjálvandi eisini møguleiki fyri at fáa persónliga forbøn, um tú ynskir at verða endurnýggjaður í trúnni ella geva títt lív til Kristus fyri fyrstu ferð. Og so vilja vit sjálvandi eisini gjarna biðja fyri øllum øðrum, tú ynskir forbøn fyri.

Møtið verður heima hjá Carsten Fonsdal Mikkelsen á Bryggjan 2, Skála – beint við síðunar av Meinigheitshúsinum á Skála.

LES EISINI  Ósjónligar hendur grøddu Kristian Sandnes.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina