Kom og ger mun á einum spennandi arbeiðsplássi!

Søkt verður eftir skrivstovulærlingi til skrivstovuna hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Talan er um lærupláss til “skrivstovufólk við sergrein innan fyrisiting.”

Skrivstovan er í Leguhúsið í Nesvík.

Arbeiðið umfatar m.a.

  • Vanligt skrivstovuvirksemi m.a. at svara telefon og telduposti
  • Bókhald
  • Annað fyrifallandi skrivstovuvirksemi

Persónligir eginleikar

  • tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • tú ert jalig/ur og hevur góð samstarvsevni
  • tú tekur undir við tí, sum Heimamissiónin stendur fyri (sí samleikaskjalið)
  • tað er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt, um tú hevur grundleggjandi grafiskar førleikar og dugir at brúka Canva.

Vit bjóða tær

  • at vera partur av einum góðum arbeiðsumhvørvi
  • eitt spennandi og fjølbroytt starv
  • løn og setanartreytir eftir sáttmála

Umsóknir

Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verða at senda til:

Kirkjuliga Heimamissiónin

Att.: Andrias Magnussen, aðalskrivari

Nesvík 8

FO-437 Nesvík

ella

andrias@mission.fo

Umsóknarfreistin er 28. apríl 2023.

Starvið verður sett, tá rætti persónurin er funnin.

Meira at vita?

Set teg í samband við Andrias Magnussen á 230070 ella andrias@mission.fo

LES EISINI  Indre Mission í Eysturdanmark hevur tørv á starvsfólkum

Kirkjuligu Heimamissiónini er ein sjálvstøðug vekingarrørsla í Fólkakirkjuni. Virksemið fevnir um heimamissión, sjómansmissión og altjóðamissión. Arbeiðið byggir á Bíbliuna og fólkakirkjunnar 5 evangelisk-luthersku játtanarrit. Endamálið er at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi. Okkara visjón er at møta menniskjum, har tey eru.

Kirkjuliga Heimamissiónin

Tel. 470000

www.mission.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina