Kom til vekingarmøti við Ólavi og Carsten
Alt ov nógv fólk ganga við einum djúpum longsli eftir onkrum, sum tey hava torført at seta orð á. Okkum leingist eftir kærleika, frælsi og at vera skilt. Vit leita eftir einum staði, har vit kunnu hoyra til, har vit kunnu koma í samband við onnur og við okkum sjálvi. Eitt stað, hvar vit kunnu mennast sum menniskju, og verða sett í frælsi.
Okkum leingist eftir einum heimi uttan strongd. Framum alt, so leingist okkum eftir tryggleika. Leitanin eftir hesum, sum okkum leingist eftir, tykist óendalig, tí vit leita eftir eydnu á skeivum staði. Vit leita eftir kava í Sahara. Um tú ert troyttur av at leita á skeivum støðum, so hava vit eitt tilboð til tín.
Mikudagin 30. august kl. 19.30 ert tú vælkomin til húsmøti. Á húsmøtinum bjóða trúboðararnir Carsten Fonsdal Mikkelsen og Ólavur Jacobsen tær eitt stað, har tú kanst koma í samband við Gud, teg sjálvan og tín næsta. Har verður møguleiki hjá tær at verða settur í frælsi. Í frælsi til at liva, frælsi til at elska, frælsi til at vera tann, sum Gud hevur skapt teg at vera.
Jesus vil møta tær, og hann ynskir ikki einans at nullstilla lívið hjá tær, soleiðis at tú kanst byrja aftur í somu rillu. Nei, hann vil nógv meira enn tað. Hann vil skapa nakað heilt nýtt burtur úr tær. Hann ynskir at geva tær eina nýggja byrjan. Hann vil møta tínum longsli eftir rættvísi, tryggleika, friði og frælsi. Hetta vil hann gera á sín serstaka hátt.
Leingist tær eftir endurnýggjan ella veking? Ert tú til reiðar at lata Gud tosa við júst teg? Kom so á húsmøti. Vælkomin úr øllum landinum. Vit hava gott pláss, so halt teg ikki aftur. Húsmøtið verður í húsunum á Bryggjan 2, 480 Skála (grannin hjá Meinigheitshúsinum).