Kom við á summarlegu!
Tilmeldingin til summarlegurnar 2023 letur upp fríggjadagin 14. apríl kl. 18.00
Aftur í ár vera summarlegur. Summarlegurnar eru fastur partur av summarinum hjá nógvum børnum og juniorum. Legurnar eru fyltar við góðum upplivingum. Spæl uttanfyri í hylinum og á hoppipútuni, bíbliutímar og andaktir, hugni við vinfólkum, postarenningar og nógvir aðrir aktivitetir gera, at legurnar eru fyltar við góðum og ógloymandi løtum. Nógv vinabond fyri lívið eru knýtt á summarlegum.
Kostnaður og tekningarfreistir
Tekninging fer fram á mission.fo/tilmelding frá 14. apríl kl. 18.00
Summarlegurnar í Nesvík kosta allar 790 krónur fyri hvønn. Legan í Sørvági kostar 760 krónur og legan í Porkeri kostar 675 krónur fyri hvønn. Eru tvey systkin á legu í summar, fáa tey 45 krónur í avsláttri, og eru trý ella fleiri systkin á legu, fáa tey 85 krónur í avsláttri (eisini galdandi fyri ungdómsleguna í summar).
Tekningarfreistin fyri legurnar er 16. juni. Tó kunnu legurnar vera fullteknaðar langt áðrenn freistina, og tí ræður um ikki at drála ov leingi við at tekna seg. Royndirnar seinastu árini eru, at legurnar verða fullteknaðar fyrr og fyrr.
Um onkur setist aftur av fíggjarligum ávum, er møguleiki fyri avsláttri. Skriva til Jóhan Hansen, barna-og familju ráðgeva, á johanh@mission.fo. Allir upplýsingar vera handfarnir í trúnaði.
Avboð
Um avboð verður givið, verður legugjaldið afturflutt soleiðis:
Um tað verður sagt frá seinast 5 dagar innan legan byrjar, verður 80% av legugjaldinum afturflutt.
Eftir hetta verður 60% av legugjaldinum afturflutt.
Legurnar í summar fyri børn og juniorar eru hesar:
2.-3. flokkur Nesvík 23. juni – 27. juni
2.-5. flokkur Sørvágur 23. juni – 27. juni
2.-5. flokkur Porkeri 26. juni – 29. juni
3.-4. flokkur Nesvík 29. juni – 3. juli
4.-5. flokkur Nesvík 4. juli – 8. juli
6.-7. flokkur Nesvík 9. juli – 13. juli
Gev gætur, at harumframt eru ungdómslega (15. -19 juli) og familjulega (21.-24. juli) meir kunning um tað kemur seinni.