Kom við á summarlegu!

Tilmeldingin til summarlegurnar 2024 letur upp mánadagin 15. apríl kl. 18.00.

Aftur í ár vera summarlegur. Summarlegurnar eru fastur partur av summarinum hjá nógvum børnum og juniorum. Legurnar eru fyltar við góðum upplivingum. Spæl uttanfyri í hylinum og á hoppipútuni, bíbliutímar og andaktir, hugni við vinfólkum, postarenningar og nógv annað virksemi gera, at legurnar eru fyltar við góðum og ógloymandi løtum. Nógv vinabond fyri lívið eru knýtt á summarlegum.

Kostnaður og tekningarfreistir

Tekninging fer fram á mission.fo/tilmelding frá 15. apríl kl. 18.00

Summarlegurnar í Nesvík kosta allar 810 krónur fyri hvønn. Legan í Sørvági kostar 780 krónur og legan í Porkeri kostar 695 krónur fyri hvønn. Eru tvey systkin á legu í summar, fáa tey 45 krónur í avsláttri hvør, og eru trý ella fleiri systkin á legu, fáa tey 85 krónur í avsláttri hvør (eisini galdandi fyri ungdómsleguna í summar).

Tekningarfreistin fyri legurnar er 14. juni. Tó kunnu legurnar vera fullteknaðar langt áðrenn freistina, og tí ræður um ikki at drála ov leingi við at tekna seg.

LES EISINI  Summarlega í Porkeri

Um onkur setist aftur av fíggjarligum ávum, er møguleiki fyri avsláttri. Skriva til Jóhan Hansen, barna-og familju ráðgeva, á johanh@mission.fo. Allir upplýsingar vera handfarnir í trúnaði.

Legurnar í summar fyri børn og juniorar eru hesar:

2.-3. flokkurNesvík21. juni – 25. juni
2.-5. flokkurGiljanesi       21. juni – 25. juni
2.-5. flokkur Porkeri24. juni – 27. juni
3.-4. flokkurNesvík27. juni – 1. juli
4.-5. flokkurNesvík2. juli – 6. juli
6.-7. flokkurNesvík7. juli – 11. juli

Í tilmeldingini skriva tit, hvørjum flokki børnini ganga í áðrenn summarfrítíðina. 

Avboð
Um avboð verður givið, verður legugjaldið afturflutt soleiðis:

  • Um sagt verður frá seinast 7 dagar áðrenn tiltakið byrjar, verður alt luttakaragjaldið afturgoldið.
  • Um sagt verður frá millum 6-2 dagar áðrenn tiltakið byrjar, verður 75% av luttakaragjaldinum afturgoldið
  • Um sagt verður frá dagin fyri ella sama dag tiltakið byrjar, verður einki afturgoldið.

Eisini er ungdómslega (13. -17 juli) og familjulega (19.-22. juli) í summar. Meir kunning um tær legurnar kemur seinni.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina