Komið higar til mín

Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. (Matt 11,28)

Hesi orðini eru Jesu egnu orð til ein hvønn okkara, hvar enn vit eru stødd í lívinum, og hvat enn so møtir okkum. Hann sigur eisini “Fylg mær”, sum er tað sama. Spurningurin til mín og tín er so:

Fylgja vit Jesusi, ella koma vit til Jesus ? 

Við øðrum orðum hava vit dagligt samfelag við Jesus í 2022?
Hava vit tíð til hann? Hvussu er við mær, hvussu er við tær?
Er ikki alt bert ein sjálvfylgja ?
Í andaligum týdningi, eru vit lunkaði ?   Hvørki fyri ella ímóti? 
Kanska fyri, men okkara dagliga andaliga lív er so sum so?

Vit stuðla góðgerandi endamálum, koma í kirkju og samkomu av og til, ella kanska bert á jólum. »Eg livi eitt hampiligt lív«, sigur tú , »og so má tað bara vísa seg tann eina dag, um tað ber«.  Hetta er ein vandafullur tanki.

Mær tykir, at vit eru á vandaleið í Føroyum í dag.  Alt er ein sjálvfylgja, alt er lov. Vit hyggja ikki eftir, hvat Orðið sigur, tá ið vit taka støður til hetta ella hitt.

LES EISINI  Tað vilja vit ikki...

Eina staðni í Bíbliuni stendur at lesa: “Gævi, tú vart kaldur ella heitur. ” (Op 3,15b…)

Víðari stendur: “Men av tí, at tú ert lunkaður ,vil eg einki hava við teg at gera.” 

Løgin setningur, at tað er betri at vera kaldur enn lunkaður.  Tað má so merkja, at tann kaldi hevur verið heitur, men er fráfallin, ella at hann ongantíð hevur hoyrt um Jesus.

Eisini fyri teimum er vón, um tey lata upp sínar hjartadyri fyri Jesusi.

Tann lunkni kennir sannleikan, men tekur ikki við honum, og tað er mest álvarsligt.

Tað, sum ber á mál fyri tann einstaka er, at gerast/vera heitur, sum merkir, at eg (hvør einstakur) lati dyrnar upp fyri Honum, ið øllum ræður, takki fyri, at hann tók allar mínar syndir á seg har á krossinum og harvið gav mær ein nýggjan møguleika at náa Guds ríki.

Tá ið vit gera tað, so fylgja vit orðum hansara ”Fylg mær”. Við teimum orðum fylgja Jesu lyftir um, at Hann vil vegleiða og fylgja okkum allar dagar, alt til veraldar enda, ella umskrivað: Alt til okkara tími kemur.

LES EISINI  At vaksa og bera vøkstur

Jesus stendur við dyrnar og bankar

Jesus stendur við tínar dyr og bankar upp á og sigur: »Um tú hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til tín og eta nátturða saman við tær og tú við mær.« 

Trúgvi, at ein og hvør leitandi menniskja ynskir at lata hjartadyrnar upp, men tað er okkurt, sum forðar.

Hvat er tað, sum forðar?
Er tað ikki aftur sum í líknilsinum um brúdleypið, har ið gestirnir ikki høvdu tíð at koma?   Vit hava ikki – geva okkum ikki tíð?
Men aftur her – tað heldur ikki.

Og vit kenna svarið:  ….og tað er at líða Jesu rødd, tá ið hann sigur: “Fylg mær” og tá hann sigur: “Komið øll til mín”.

Tí meiningin er, at øll skulu vera Jesu børn. Innbjóðingin er til øll, men sannast má, at eins og í líknilsinum um brúdleypið, so er tað ikki øll, ið taka við innbjóðingini, tí tey hava IKKI tíð.

Og hvat kann vera meira týdningarmikið enn at siga Jesusi takk fyri frelsuna !!!

Mátti tað veri soleiðis, at vit øll – hvør einstakur  – síggja álvaran í hesum at lata upp hjartadyrnar og bjóða Jesusi innar, tí hann stendur longu har og bankar.

LES EISINI  Jesus grætur um staðin

Tá ið alt annað ferst, Jesus stendur fast – tað heldur at hava hann sum vegleiðara og meistara i lívinum.

Vil enda hesa fáu orð við sanginum ‘Tað heldur’:

1 Uttan kraft og halgan Anda frá vár Harra
ei tað lætt er kenna frið í sál og sinn.
Ei teg krógva burt, tað verður bara verri.
Læt upp hjartadyr, so flytir Andin inn.

Niðurlag:
Tað er undurfult at sjá, at tað heldur,
at Hann hjálpir mær at liva hvønn ein dag.
Ei í synd eg liggi longur niður feldur,
Jesus, Jesus, eg vil syngja sigurslag. 

2 Alt, ið bindur teg, tað vil ei burtur takast,
men tú fært her nakað, mikið betri er.
Um so fjøllini og heyggjar munnu skakast,
friður Hans og kærleik’ fylgir tær á ferð.

3 Legg tað lítla, sum títt er, í Jesus hendur,
lít á undur og Hann vald sítt sýna man.
Hann ger eingi mistøk, nei, Hans kreftir røkka
hagar til, sum eingin dreymur røkka kann.

Bestu heilsanir

Asbjørn Mikkelsen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina