“Komið higar til mín!” Missiónsvika á Glyvrum hesa vikuna
Hesa vikuna er missiónsvika í Missións- og ungdómshúsinum á Glyvrum. Lagt varð fyri longu í gjárskvøldið við familjumøti, har Julia Kass hevði orðið og barnakórið á Strondum sang. Síðani var nátturði.
Sum yvirskrift yvir missiónsvikuna hesaferð hava tey sett orðini hjá Jesusi í Matteusevangeliinum: “Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu” (Matt 11,28). Endamálið við missiónsvikunum er eisini at boða ein kallandi boðskap um hvílu – frelsu og frið – inni hjá Jesusi.
Missiónsvikan heldur fram í kvøld við sangløtu á ellisheiminum, og møtini halda fram alla vikuna.
Skráin fyri restina av vikuni er henda:
Mánadagur 25. februar
Kl. 18:00 Sangløta á ellisheiminum
Hans Pauli Højgaard hevur andakt
Menninir í Rituvík syngja
Týsdagin 26. februar
Kl. 18:00 Døgurði í missiónshúsinum,
Jonleif Danielsen hevur andakt
Brandmenninir syngja
Tilmelding á FB, ella á telefon 748333
Mikudagin 27. februar
Kl. 19:30 Sangmøti við andakt
Kórið í húsinum og Petur Hans Hansen luttaka
Hósdagin 28. februar
Kl. 10-12 Morguncafé
Kl. 18:00 Pizzamøti
Fríggjadagin 1. mars
Kl. 19.00 Møti. Jóhan Petur Johannesen talar
Taborkórið syngur
Tekniborð til børnini
Kl. 21:30 Lovsongs- og vitnimøti
Leygardagin 2. mars
Kl. 10:00 Morgunmatur og bíbliutími
Atli Rasmussen tosar um: “Hví missión á Glyvrum?“
Kl. 19:00 Møti. Andrias Magnussen talar
Gøtu kirkju ungdómskór syngur
Innsavnan til Heimamissiónina
Kl. 21:30 Lovsongs og vitnimøti
Sunnudagin 3. mars
Kl. 11:00 Gudstænasta við altargongd
Kl. 17:00 Møti. Sverri Steinhólm talar
Streingjakórið syngur
Innsavnan til húsið
Nátturði verður aftaná
Bønarløta verður hvørt kvøld 45 minuttir áðrenn møtið.
Barnaansing er í Kvinnufelagshúsinum leygar- og sunnukvøldið.
Drekka verður aftaná tiltøkini.
Øll eru hjartaliga vælkomin á missiónsviku í Missións- og ungdómshúsinum á Glyvrum.