Konfirmantgávur…

Nú konfirmatiónirnar standa fyri durum vilja vit gera vart við, at vit í Nesvík hava hópin av spennandi bókum, sum kundi verið eitt gott boð uppá eina gávu til komandi konfirmantarnar.

Bøkurnar viðgera mong evni, men hava tað til felags, at tær eru við til at geva ungu konfirmantunum eina sunna mynd av sær sjálvum og samfelagnum, tey eru partur av, taka upp viðkomandi avbjóðingar hjá teim ungu og geva teimum góð amboð til, hvussu tey fyrihalda seg til lívið.

Eisini hevur nethandilin, www.manna.fo, altíð opið.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina