Konsertummæli: Barnasangfagnaðurin 2019

Barnasangfagnaðurin hjá Heimamissiónini er vorðin eitt afturvendandi tiltak, og eitt sera gott tiltak, skal sigast. Kórsangur hevur altíð fylt nógv í Heimamissiónini, og tí er gott, at børnini hava tikið kórtraditiónina til sín, eftir at sangskeiðið datt niðurfyri vegna vantandi undirtøku.

Barnasangfagnaðurin er so væl umtóktur, at Nesvík mestsum ikki rúmar øllum børnunum, sum vilja brúka eitt vikuskifti at syngja saman. Á sangfagnaðinum er eitt felagskór, har øll syngja, eitt barnakór, har yngru luttakararnir syngja, og eitt juniorkór til tey eldru børnini.

Tað var tí við stórum spenningi, at eg fór til Nesvíkar á konsert.

Sera spentur setti eg meg væl til rættis í nýggju stásiligu konserthøllini í Nesvík. Høllin, ið var fullsett av fólki, tók seg væl út. Vakurt ljósspæl á veggunum og myndir frá legudøgunum lýstu upp veggin frammanfyri okkum.

Hakuna matata

Brádliga sløknaði alt ljós og í myrkrinum sóust skuggar fara fram á pallin. Tá ljósið varð tendrað aftur, sóust sjey kvinnur við hvør síni mikrofon. Hetta vóru kórleiðararnir, sum byrjaðu konsertina við einum lagatyssi av sangum úr filminum ‘Lion King’ – har orðini tó vóru broytt eitt sindur, so tey nú handlaðu um Jesus. Í seinasta lagnum komu allir leiðararnir eisini fram á pallin og sungu við í ‘He lives in you’. Ein fantastiska góð byrjan uppá hesa konsertina. Tónleikaliga sat tað væl, har kórleiðararnir sungu trýstemt, og fyri eyguni og heildarupplivingina var tað ein fragd at síggja øll hesi ungu fólkini standa saman um sangin.

LES EISINI  Ársskráin fyri 2020 yvir landstiltøk hjá Kirkjuligu Heimamissiónini er klár

Felagskórið

Eftir hetta kom felagskórið rennandi á pallin. Tey stóðu lívlig á pallinum og við flottum rørslum, sum undirbygdu hvørt orð, tey sungu, stemmaðu tey í sangirnar ‘Jesus vísir vegin’ og ‘Virðismikil’. Fríðhild D. Danielsen og Bjarta Á. Berthelsen leiddu felagskórið sera hegnisliga. Tær báðar hava í fleiri ár leitt barnakórið á Strondum og felagskórið á barnasangfagnaðinum.

Barnakórið

Aftaná hesar fyrstu sangirnar settu tey størru børnini seg niður í salinum, meðan tey yngru stóðu eftir. Øll í ljósareyðum t-troyggjum við tí fína búmerkinum hjá sangfagnaðinum. Seks solistar stóðu frammanfyri, so hetta sá sera spennandi út.

Fyrsti sangurin, sum var um Móses, hevði bæði solosang, rapp, drama og fimleikarar. Hetta setti góðan futt í framførsluna. Í teimum næstu báðum sangunum var eisini nógv spennandi. Stuttligt at hoyra og uppliva, at bæði dreingir og gentur frí og ósmæðin traðka fram og syngja solo.

Elsa F. Mikkelsen og Katrin Johannesen vóru kórleiðarar hjá barnakórinum.

Tá ið barnakórið hevði sungið, hevði Marjon Poulsen eina andakt. Við einfaldum og stuttligum tekningum vísti hon á, at vit í eygunum á øðrum kunnu hava einki, eitt sindur ella nógv virði, men í Guds eygum eru vit verd ALT. Tað vísti hann okkum, tá ið hann lat sín egna son doyggja fyri okkum á krossinum.

LES EISINI  Oktoberlegan sett í gongd

Stuttligt at hoyra ein fyrrverandi barnaráðgeva aftur við einum sera góðum og greiðum boðskapi.

Áðrenn juniorkórið slapp á pallin, sóu vit ein film, sum var gjørdur á leguni. Góðar og stuttligar livandi myndir av glaðum børnum, sum hugnaðu sær bæði syngjandi, spælandi og etandi. Myndirnar vístu, at bæði luttakarar og leiðarar høvdu hugnað sær óført hesar dagarnar.

Juniorkórið

Juniorkórið í ljósabláum blusum sang tríggjar sangir, har tann eini var gjørdur til sangfagnaðin í ár. Jannet Højgaard, Hallgerð Brim og Helena Hansen eru eisini garvaðar í hesum høpinum. Tær tríggjar hava saman leitt kór í fleiri ár. ‘Her og nú’, ‘Gud nýtti Dávid’ og til endans ‘Babadi dúda’ – sum Jannet hevur skrivað – vóru góð løg við serstakliga góðum tekstum. Eisini duga tær væl at brúka ymiskt at gera sangirnar spennandi fyri dreingir. Til dømis rapp og kular rørslur.

Góður endi

Nú nærkaðist endanum, og øll børnini komu upp á pallin aftur. Felagskórið stemmaði í sangin ‘Ein hetja eri eg, tí Gud er við mær’; ein sangur um at Gud er okkara styrki, og at vit tí eru hetjur á hvør sín hátt.

LES EISINI  Sangfagnaðurin 2020 avlýstur

Og nú høvdu tey sungið seg heit – tað merktist. Tey sungu av hjarta. Alla konsertina sungu tey uttanat! Hetta er nakað, vit øll kundu lært nakað av.

Sum áhoyrarar merktu vit, at børnini høvdu ein týðiligan boðskap at bera okkum. Tey smæddust ikki burtur á pallinum. Bæði gentur og dreingir traðkaðu eisini fram at syngja solo ella eini tvey trý saman. Stuttligt var at hoyra og síggja, hvussu væl tey dugdu.

Tað er gott at enda við tí besta, og tann seinasti sangurin var eisini tann besti. ‘Gloria’ hjá Oslo Soul Children rungaði í høllini. Eitt gott lag og nøkur einfald orð – so hevur tú ein góðan sang. Og allir sangararnir strálaðu. Tónleikararnir spentu seg út, og alt spældi í eini hægri eind. ‘Æra veri Gud, sum hægstur er!’

Tað er eisini góð orð at lata standa eftir sum tað síðsta, tí at tað er júst endamálið við sangfagnaðinum, at æra Gud, sum hægstur er.

Takk til fyrireikarar, kórleiðarar, leiðarar og øll, sum gera hetta tiltakið møguligt ár eftir ár. Takk, at tit geva børnunum sangin og boðskapin – og Gudi æruna.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina