Korona dagføring frá Kirkjuligu Heimamissiónini
Íkomna støðan við korona hevur við sær, at nógv tiltøk eru avlýst. Ymisk missións- og meinigheitshús hava longu avlýst nøkur av sínum tiltøkum.
Fólkakirkjan hevur boðað frá, at gudstænasturnar í august eru avlýstar.
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur alla tíðina hildið seg til almennu tilmælini, og tað gera vit framhaldandi.
Sunnukvøldið verður eitt møtið stroymað á trúboðin.fo, har eru øll hjartaliga vælkomin at fylgja við.
Latið okkum standa saman í bøn fyri landi og fólki.
Andrias Magnusssen, aðalskrivari