Korona dagføring

Seinastu vikurnar hava verið sermerktar. Orsaka av Corona hava vit fingið tilmælt at vera heima, at halda frástøðu og at vaska hendur. Av tí at so fá eru smittaði í Føroyum, so kunnu vit nú gleðast um, at vit fáa ein meira vanligan gerandisdagur aftur.

Gudstænasturnar byrjar aftur 17. mai, og ein av komandi døgunum kemur Fólkakirkjan við tilmælum, hvussu Gudstænasturnar verða skipaðar.

Tað er gleðiligt at síggja, at fleiri missións- og meinigheitshús spakuliga kunnu byrja aftur við sínum tiltøkum. Húsini eru ymisk í stødd, eisini er ymiskt, hvussu nógv fólk samlast í ymisku húsunum. Tí er ymisk frá staði til stað, hvussu arbeiðini verður byrjað aftur. Hetta verður alt gjørt í tráð við tilmælini.

Eg havi samskift við Corona ráðgevingina um, hvussu vit skulu fara fram, nú tiltøkini í missións- og meinigheitshúsum fara at byrja aftur. Hetta er svarið, sum eg havi fingið:

  • Meginráðini eru, at í kirkjum og samkomum kunnu nú upp til 100 fólk savnast, men kravið um 2 metra frástøðu er enn galdandi.
  • Tó so, eitt húski, tey ið búgva undir sama taki, kunnu sita tætt.
  • Tá fólk ganga inn og út eigur at verða skipað fyri, at tey ikki koma ov tætt, serliga í gongini.
  • Um ætlanin er at borðreiða ella hava drekkamunn, eigur hetta at verða skipað soleiðis, at borðbúnaðurin ikki ber smittu millum fólk, og at tey sita soleiðis við borðini, at frástøðan er sum tilmælt. Annað, sum er umráðandi, har nógv savnast er, at vesini eru rein og at øll nertingarpunkt verða sóttreinsað millum hvørja vitjan.
LES EISINI  Ongin nýggjárslega í vikuskiftinum

Tilmælini um frástøðu og reinføri er sostatt framvegis galdandi, hetta eisini, um skipað verður fyri einum útimøti ella úti sunnudagsskúla. Hetta hevur eisini við sær, at tað ikki er møguligt at summarlegur, og tær eru tí, sum kunnugt, avlýstar.

Til endans vil eg takka Gudi fyri, at hann hevur hildið sína hond yvir okkum og vart okkum ímóti hesi sjúku.

Mín bøn er, at Guds signing má hvíla yvir øllum arbeiðinum, sum verður gjørt í missións- og meinigheitshúsum í Føroyum honum til æru og okkum til signingar, og at Gud má signa Kirkjuligu Heimamissiónina.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina