Kris fingið vitjan úr Norra

Hetta vikuskiftið hevur felagsskapurin Kris vitjan av nøkrum monnum á motorsúkklu úr Noregi. Talan er um limir í bólkinum ”Utsattmann”, ið er ein felagsskapur fyri menn, ið hava verið fyri kynsligum ágangi sum yngri.
Felagsskapurin arbeiðir nú fyri, at slíkt ikki skal henda øðrum, og hjálpir eisini ungum monnum, sum hava verið fyri ágangi av sama slagi.
Í ”Utsattmann” er ein bólkur av motorsúkklarum – bikarum – og tað eru fýra mans úr hesum bólkinum, sum í gjár komu til Føroya at vitja Kris.
Teir fáa motorsúkklur til láns frá føroyskum ”bikarum”, og so fara teir at koyra runt í landinum og hava fundir, har teir greiða frá virkseminum hjá ”Utsattmann” og eisini vísa ein film um arbeiðið hjá teimum.
Í dag vitja teir í Havn, har Bergunn Kass tekur ímóti. Síðani vitja teir í arrestini í Mjørkadali og um kvøldið í Skjólinum hjá Bláa Krossi.
Í morgin eru teir í Klaksvík, har sjómannadagur er. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, tekur ímóti.
Sunnudagin tann 20. august klokkan 15.00, verða hesir menninir at hitta í Vesturkirkjuni, har teir fara at vísa dokumentarfilm um teirra ferð frá Lindesnes til Nordkapp. Í hesum sambandi verður møguleiki at hitta menninar, fáa eitt prát við teir og seta spurningar, um tørvur er á tí, verður sagt í tíðindaskrivi frá Kris.
Nágreinilig skrá fyri vitjanina er at finna á heimasíðuni hjá Kris, kris.fo.

Siga frá sínum lívi
Á Facebooksíðuni hjá “Utsattmann” verður millum annað sagt, at endamálið er at siga frá sínum lívi.
“ Eingin kennir jørðildið betur enn tann, sum hevur verið har sjálvur. Vit kunnu vísa á hvat riggaði og hvat ikki riggaði hjá okkum. Ikki minst ynskja vit at vera livandi prógv um, at tað er gjørligt at fáa eitt gott lív, hóast uppvøksturin ikki varð, sum hann skuldi. Vit vilja vísa dokumentarfilmin, sum var vístur á NRK í fjør. So vóna vit at fáa góðar spurningar frá føroyingum og at kunna geva nýtilig svar. Ein gamal lærari segði einaferð, at tað finnast ikki býttir spurningar, men bara býtt svar. Vit skulu royna at svara so væl, sum vit kunnu”.