Kristfest nærkast
Nú nærkast av álvara til Kristfest verður í Nesvík.
Pallur, ljóð og ljós er alt við at vera sett upp, tribunan er koyrd út og byrjar ein festivalstemningur at breiða seg í Leguhúsinum.
Konsertir vera bæði í høllini og í matarsalinum. Tí skal eingin stúra fyri regni ella kulda. Til Kristfest verður alt innandura. Sum tað fyrsta ferð T.O.S. á pallin kl. 13 og endar festivalurin við Magna Christiansen, sum byrjar kl. 01. Øll skráðin sæst her trubodin.fo/skrain-fyri-kristfest/
Møguligt verður sjálvandi at keypa sær onkran mat, bæði pylsur og sandwich og sodavatn at sløkkja tostan við. Kioskin hevur eisini opið, við nógvum góðum til tað søtu tonnina.
Tað er enn møguligt at keypa atgongumerkir HER.
Atgongumerkir vera eisini seld við dyrnar, men tú fært tað bíligari um tú keypir áðrenn 1. apríl.
Umframt at koma til konsertirnar er møguligt at keypa yvirnátting í Leguhúsinum ella eitt campingpláss.