Kristfest verður ikki aftur í 2025
Kristni tónleikafestivalurin Kristfest, sum hevur verið hildin í Nesvík seinastu árini, verður ikki aftur í 2025. Avgerðin er tikin, tí tað er ov fíggjarliga tungt at skipa fyri einum slíkum festivali, hóast tiltakið annars, sum í fjør var tann 13. apríl í Leguhúsinum í Nesvík, var væleydnað á fleiri økjum.
– Festivalurin í ár var væl fyriskipaður við góðum tónleiki og framúr góðum kørmum í Nesvík, sigur Jákup Brúsá, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini. Men tíverri mugu vit staðfesta, at tað skal nógv størri undirtøka til fyri at eitt slíkt tiltak melur runt fíggjarliga. Tí er avgerð tikin um, at Kristfest ikki verður aftur á skránni í ár.
Festivalurin í fjør borðreiddi við góðum kristiligum tónleiki, og høllin í Nesvík vísti seg frá síni bestu síðu. Men tað er ikki fíggjarliga forsvarligt at skipa fyri festivalinum, tá hann hevur givið eitt stórt undirskot bæði árini.
– Vit eru takksom fyri stuðulin og hjálpina, sum vit fingu frá bæði hjálparfólki, stuðlum, sangarum, tónleikarum og ikki minst fyriskiparabólkinum, sum hevur lagt nógva orku í at skipa fyri festivalinum, sigur Jákup. Hóast festivalurin ikki verður aftur ár, so fara vit uttan iva at fáa møguleikan til at uppliva kristiligan tónleik í góðu umstøðunum í Nesvík eftir øðrum leiðsti í framtíðini.
Hóast Kristfest ikki verður aftur, hevur festivalurin víst, at Leguhúsið í Nesvík er væl egnað til størri tónleikatiltøk – og at karmarnir rundan um eisini eru góðir til at samla nógv fólk.