Kristi himmalferðardagur

40 dagar eru farnir síðani páskir og í dag minnast vit, at Jesus fór til himmals.

Tað er ymiskt, hvat vit seta í samband við Kristi himmalferðardag. Mong eru allarhelst bara glað fyri at fáa ein frídag. Men í dag, tá ið eg sat í kirkjuni og lurtaði eftir presti, so las hann eitt vers frá Apostlasøguni 1,11:

“og teir søgdu: «Tit Galileumenn, hví standa tit og hyggja upp til himmals? Hesin Jesus, sum er upp tikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara til himmals.»”

Hetta gav mær ein eftirtanka.

Tí næstuferð Jesus kemur aftur, so kemur hann ikki sum eitt lítið barn, men kemur aftur á sama hátt, sum hann fór til himmals – sum tann upprisni Jesus!

Um vit hava tikið ímóti frelsuni, so skulu vit síggja Jesus sum okkara frelsara, men um tú ikki vilt taka ímóti frelsuni, so sigur Guðs orð, at tú skalt møta Jesusi sum tín dómara og hann skal ikki kennast við teg.

LES EISINI  Hvat merkir Kristi himmalsferðardagur fyri meg?

Tá Jesus kemur aftur, so er tað bert ein spurningur sum hevur týdning, og tað er trúgvin á Jesus.

Góðan Kristi himmalferðardag!

Andakt frá Torgeir Petersen.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina