Kristi sinnalag og atburður tá líðing rakar.

Nýggja Testamenti sigur okkum, at «allir sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøktir.» 2.Tim.3:12.. Hesi orð kunnu gera okkum í vesturheiminum bilsin, ja enntá kennast ræðandi. Men fyri nógv trúgvandi í Miðeystri, eru hesi orð ein verðunleiki. Hvussu skulu Guðs fólk bera seg at, tá forfylging rakar?

Farshid Fathi, ein kristin maður í Iran, sum hevur sitið í fongsli fyri sína trúgv, sigur frá sínum sjónarmiði viðvíkjandi líðing og forfylging. Út frá egnum lívi, lutar hann sínar royndir ígjøgnum sjónvarprásina Sat7-Pars «Nýggjur samleiki»

Fyri tað fyrsta sigur Farshid, at trúgvandi skulu vænta líðing og forfylging á teirra lívsleið saman við Jesusi. «Frá mínum sjónarhorni er líðing ein av meginreglunum í tí kristnu trúnni» sigur hann. «Eg sigi ikki, at vit sjálvi skulu skapa okkum trupuleikar, men at góðtaka líðingar, tá tær koma, hjálpir okkum verðunliga. Tá eg sum 17 ára gamal kom til trúgv, góðtók eg møguleikan fyri líðing, eins og nógvir av mínum iransku blóðvitnum høvdu møtt. So hetta er ikki nakað undarligt ella nýtt.”

LES EISINI  Nýggj kristilig útvarpsstøð í Turkalandi - óvanliga stórur opinleiki fyri boðskapinum

Orðini geva trúvirðið, tá tey koma frá einum manni, sum hevur uppliva líðing fyri sína trúgv. Farshid bleiv ákærdur fyri ólógligt virksemi ímóti statinum, hóast Iran hevur bundið seg til trúarfrælsi. Hann bleiv settur einsamallur í ein kliva, sum bert var tvær ferðir tveir metrar.

Tað er ein misskiljing tá tað verður sagt, at líðing og forfylging altíð styrkja trúnna sum leiðir til kirkjuvøkstur. her er Farshid ósamdur. «Eg kenni fólk sum eru oyðiløgd og verið ígjøgnum nógvar trupuleikar. Meðan eg sat í fongslinum, eydnaðist tað mær og einum vini, at bjarga einum sum hevði hongt seg.»

Guð havi lov fyri, at vit fingu bjarga honum, men eg haldi at okkara hugburður til líðingarnar, gera munin, ikki stríðið, tað styrkir okkum ikki.

Tit kunnu lesa meira um avleiðingarnar við at fara inn á hesa síðuna:

Farshid sigur, at megin í bønini er hon sum gjørdi tað møguligt fyri seg at klára seg ígjøgnum tær ógvisligu líðingarnar.

LES EISINI  Forfylging av kristnum í Nagorno-Karabakh

”Av tí sum gav mær styrkina alla hesa tíðina, var heilagi andin, sum ígjøgnum allar tær bønir, sum vóru bidnar fyri mær, verðunliga góvu mær styrki til at halda út” Orsaka av hesum bønum vóru tað enntá løtur í fonngsulsklivanum, har hann kendi sanna gleði. Fashid greiðir frá einari av hesum løtum. ”Eg sat niðri, vísur í, at onkur ella ein bólkur bóðu fyri mær onkunstaðni. Knappliga hoyrdi eg  í andanum ein sang, veit ikki á hvørjum máli hann var á, men eg var førur fyri at syngja við. Eg reisti meg upp í klivanum og byrjaði at syngja og dansa av gleði við sanginum, sum eg eri vísur í kom frá himlinum og ikki av jørðini. Til alla lukku yvirhoyrdi fangavørðurin gangin av mær og bleiv ikki kløkkur. Knappliga lat ein vaktarmaður hurðina upp, í tí eg dansaði runt, eg hugdi uppá hann, smíltist og spurdi um hann hevði tað gott.” Hann hugdi uppá meg og segði:” Eg haldi ikki eg havi tað so gott sum tú” síðan lat hann hurðina aftur og fór víðari.

LES EISINI  Fyrrverandi Hizbollah hermaður upplivdi megina í Jesusi Kristi

Kærleikin

Farshid mælir øllum kristnum til, ikki óvirkin at møta líðingunum, men at vera forvirkin, við at elska Guð og sín næsta mitt í teirra pínslum. ”Bíblian sigur, at tann fullkomni kærleikin rekur óttan út. Eg trúgvi, at tess meira vit uppliva og taka ímóti hansara kærleika, tess størri møguleika fáa vit at elska hann. Eg trúgvi, at meðan vit fara ígjøgnum líðingar, fáa vit møguleikan at elska Guð.”

Tey kristnu í Iran, sum liva undir sera vánaligum umstøðum, hava bráfeingis brúk fyri at hoyra vísar røddir sum hjá Farshid. Ráð hansara eru kanska ikki løtt at taka ímóti, men hann tosar satt og í samsvar við Jesu læru, sum kallaði sínar lærusveinar til at liva í kærleika hóast lívsins trupuleikar.

Farshid tekur saman um og sigur:”Tá líðingar koma á veg okkara, óansæð um tað er nakað sum rakar okkum ella vit sjálvboðin mugu taka hesar líðingar á okkum, so geva tær møguleika fyri at vísa kærleika.

Kelda Sat7, leystliga umsett

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina