Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag 60 ár í dag

6. apríl í 1959 varð Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag stovnað. Tað er ikki tilvild, at felagið varð stovnað, stutt eftir at Útvarp Føroya fór undir at senda.

Endamálið við felagnum er at virka fyri kristiligum sendingum í útvarpi og sjónvarpi, sum til dømis gudstænastum, kristiligum fundum, andaktum, kristiligum sangi og tónleiki, tíðindum frá kristiligum arbeiði og øðrum. Harumframt at styðja útvarp og sjónvarp í góðum og sømiligum sendingum. Eisini vil felagið mótarbeiða, at útvarp og sjónvarp verða nýtt til ósømiligar sendingar og annað, sum ikki er kristnum siði og kristnari trúgv verdugt.

Felagið hevur altíð lagt dent á gott samstarv við almenna kringvarpið. Seinastu árini hevur felagið millum annað mint á, at tíðindamiðlar eiga eisini at hava áhuga fyri tí, sum rørist innanfyri kristiligt arbeiði.

Felagið hevur meira enn túsund limir og hevur vanliga ársaðalfund Krists himmalsferðardag. Ein og hvør, ið er fyltur 14 ár og tekur undir við endamáli felagsins, kann verða limur.

LES EISINI  Kristiligt Lurtara- og hyggjarafelag ársaðalfund
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina