Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag aðalfund á Argjum

Í morgin, Krists himmalsferðardag, kl.15.00, hevur Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag, stytt KLH, aðalfund í Kirkju- og Missiónshúsinum á Argjum. Í sambandi við aðalfundin fara umboð fyri Kringvarp Føroya at greiða frá arbeiðinum í Kringvarpinum.

Kl.19.00 verður sangmøti í Kirkju- og Missiónshúsinum. Argjakórið, Tær 4 í Frelsunarherinum, Oasubrøðurnir og Theodor Petersen syngja. Símun Absalonsen talar og Alfred Olsen leiðir møtið.