Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag nýggja nevnd og formann

30. mai hevði Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag aðalfund, har millum annað val av nevnd var á skránni. Á fundi í Hvalvíkar missiónshúsi 27. august skipaði nýggja nevndin seg, og nýggjur formaður er Rúni Johansen í Streymnesi. Hini í nevndini eru Ólavur Jacobsen, næstformaður, Magnus Joensen, skrivari, Sólrun Poulsen, Erla Berghamar, Preben Hansen, Petur Mohr, Joanna Hansen og Harald Petersen. Tróndur Niclasen er eykalimur.

Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag varð stovnað í 1959, og endamálið er at virka fyri kristiligum sendingum í útvarpi og sjónvarpi, tíðindum frá kristiligum arbeiði, eins og at styðja útvarp og sjónvarp í góðum og sømiligum sendingum.

Felagið hevur meira enn túsund limir og hevur vanliga ársaðalfund Krists himmalsferðardag. Ein og hvør, ið er fyltur 14 ár og tekur undir við endamáli felagsins, kann verða limur.

LES EISINI  Nevndin í Kristiligt lurtara- og hyggjarafelag skipað seg
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina