KRISTFEST – Kristiligur tónleikafestivaldagur

(dagført)

Aftaná nógv ár uttan ein festival har okkara kristiligu tónleikarar høvdu ein pall at vísa seg fram, fara vit nú at takað hendan táttin uppaftur.

Leygardagin 01.04.2023  verður ein kristiligur tónleika festivaldagur í Nesvík, har vit fara at bjóða fleiri av okkara egnu kreftum á pall, samstundis sum onkur eisini verður úr Danmark.

Tiltaki verður í høllini í Nesvík, og er ætlanin at hava tónleik koyrandi frá uml. kl. 13.00 leygardag til uml. kl 02.00 sunnumorgun.

Sum er vera hesi við:

  • Hans Inge Fagervik (no)
  • Ulf og Philip Christianson (se)
  • Teenstreet bólkurin (fo)
  • Magni Christiansen (fo)
  • Eyðun Jacobsen v.m. (fo)
  • Gospel Systers (dk)
  • Heine Lutzen (fo)
  • T.O.S. (fo)
  • Rútmiska kóri hjá Háskúlanum (fo)
  • VOX (fo)
  • Heðin Askham (fo)
  • Blátt Gras (fo)
  • Anna Lovisa Mýri (fo)

Umframt at keypa sær atgongd til festivaløkið leygardag, so er ætlanin at hava pláss fyri eini 50 camping vognum og so fara vit eisini at selja innivist í leguhúsinum, um onkur ynskir at hava innivist gjøgnum dagin.

LES EISINI  Hevur tú í Jesu sárum funnið frið

Møguligt er at koma til Nesvíkar fríggjadag 31. mars frá kl 16 hjá teimum sum hava kampingvogn ella hava keypt sær gisting.

  • Festivalpass kostar 450 kr til 31.12 og síðani 550 kr.
  • Kamping kostar 300 kr fyri vognin

Gisting eina nátt í leguhúsinum í Nesvík v/WC og bað kostar 200 kr.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina