Kristin flýggja undan herfólkunum hjá Myanmar

Síðani fysrt í oktober hava eru fleiri og fleiri hernaðarfólk úr Myanmar send til Chin-statin í Myanmar, har størsti parturin av fólkinum eru kristin. Har sum hernaðarfólk ganga framvið verða hús og kirkjur brend niður. Bara í kommuni Thantlang í Chin-statinum er tað gingið út yvir fleiri enn 130 hús og kirkjur.

Hernaðarfólk hava síðani kvettið í februar niðurbart fleiri mótstøðubólkur, og tað gera tey eisini nú í Chin-statinum. Samanbrestirnir hava gjørt at fleiri túsind kristin nú flýggja. Lwin*, lýsur støðuna soleiðis:

“Tað er ringt at lýsa álvaran í hesum. Herurin brennir hús, drepa húsdjór og herseta kirkjur. Samanbrestirnir eru ógvusligir, og kristin er noydd at flýggja og goyma seg í skógunum, tí tey hava ongastaðni at fara. Býirnir í Chin-statinum er mestsum tómir,” fortelur hann.

Niðurbrenningin av húsum rakar chin-minnilutan serliga hart. Í teirra siðvenju og mentan er tað, at hava eitt heim og sítt privata tilhaldsstað tað týdningarmesta í tilverurni.

LES EISINI  Hví eru eingi kristin børn í Norðurkorea?

“Tað er sera torført hjá okkum at fyrigeva, tá húsini hjá okkum verða brend, men vit lesa í Bíbliuni, at vit skulu fyrigeva okkara fíggindum. Tí vóni eg, at onnur kristin vilja biðja um, at vit vilja fyrigeva,” sigur Zew That*, ein chin-kristin, sum er noyddur at flýggja.

Zew That fortelur eisini, at støðan og flýggjanin hevur sett djúp spor hjá hansara áttar ára gomlu dóttir.

“Eg var ovfarin, tá eg sá dóttir mína biðja ‘Gud drep herin og hernaðarfólkini.’ Eg fortaldi henni, at Gud ynskir, at vit skulu elska okkara fíggjindar, so nú er hon farin at biðja øðrvísi. Harðskapurin, sum vit uppliva, er hart fyri okkum, men serliga fyri børnini,” fortelur hann.

Tey kristnu í Myanmar eru eisini trýst aðrastaðni enn í Chin-statinum. Kirkjur í øllum landinum verða álopnar, brendar og herverk verður framt. Sambært einari uppgerð eru 30 kirkjur álopnar síðani kvettið í februar, men hóast tað, so hava fleiri enn 500 fólk møtt Jesusi og vorðin kristin í sama tíðarskeiði.

LES EISINI  Eftir 18 mánaðir í fongsli: – Gud er størri enn hatrið og beiskleikin

Samstarvsfelagin hjá Open Doors hjálpir teimum kristnu so væl tey kunnu. Tey nógvu, ið eru flýdd inn í regnskógin eru sera illa stillaði.

“Tað merkist ein serligur ótti millum tey. Veturin er ávegis, og tey hava ikki góð klæðir. Tey verða trýst úr øllum ættum, og herurin loyvir ikki at vørir koma til tey.”

Fyri at veita hjálp til tey kristnu, so veitir samstarvar Open Doors við lokal í økinum um at veita neyðhjálp. Hetta er ein torfør uppgáva, tí nógv av tingunum verða tikin av hernaðarfólkum, sum halda at tað er til tey. Hóast tað hava tey verið í samband við 17.135 kristin, sum antin hava fingið neyðhjálparpakka, praktiska hjálp ella bíbliuvenjing.

* Nøvnini eru broytt av trygdarávum.

Kelda: Opendoors.dk

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina