Kristin í Vietnam fyri øktari kúgan

Í landslutinum Nghe An i sentrala partinum av Vietnam kappast embætisfólk móti hvørøðrum um at skapa flest “kristin-frí” øki, skrivar Morning Star News.

Embætismenninir handla “uttan samvitsku og mannatokka”, sum um tey eru í einum landi uttan átrúnaðaligt frælsi, siga kristnir leiðarar sambært MSN.

Harðskapur verður nevndur “intern familjuviðurskifti”
Myndugleikarnir hava lagt eitt stórt trýst á animistiskar familjulimir fyri at fáa tey til at reka tey kristnu úr heimum teirra, koyra tey úr familjuni og felagsskapinum uttan annað á enn tey klæði, tey vóru í.

Nøkur kristin eru vorðin noydd at rýma frá teirra hjúnafelaga, børnum teirra, heimi og lendi, og hava enntá fingið tikið teirra hjúnaring, um tey halda fast um trúgv teirra. Aftaná hava embætismenninir vaskað teirra hendur og sagt, at hesin harðskapur var at rokna sum “intern viðurskifti”, skrivar tíðindamiðilin. Einasti møguleikin fyri, at kristin fáa eina rættvísa viðferð, er við at avsvørja trúgv teirra og venda aftur til forfedranna animismu. Men tey flestu halda fast um kristnu trúnna, tí nógv vita av egnum royndum, at tey eru vorðin sett í frælsi úr devulsligari trælkan.

Familjur syndraðar
Offrini eru oftast heilar kristnar familjur, sum verða riknar frá húsi og heimi. Men í juli 2022 upplivdi ein mamma at verða skild frá báðum sonum sínum. 33-ára gamla Lau Y Pa fær ikki longur samband við báðar tannáringasynir sínar. Tá Morning Star News leitaði hana upp 10.juli, hevði hon júst hoyrt, at ein annar nýggjur kristin í familjuni hevði fingið somu lagnu.

Hetta slagið av atsóknum er farnar fram í áravís, serliga í Nghe An landslutinum, og tað rakar serliga limir í Good News Mission(VNGNMC), sum enn ikki er alment skrásett. Men tað gongur eisini út yvir limir í tí alment skrásettu Evangelical Church of Vietnam-North (ECVN-N).

VNGNMC-kirkjan stuðlar sínum limum gjøgnum sítt net av samkomum, so at tey kúgaðu fáa tak yvir høvdið hjá kristnum í provinshøvuðsstaðnum, Vinh, í Saigon ella Hanoi.

Báðar kirkjurnar vísa á, at tær ringastu og ógvisligastu atsóknirnar fara fram í Ky Son District og serliga í kommununum Huoi Tu og Na Ngoi.
Tvær víðkaðar familjur á ávikavist 13 og 19 limir úr bygdum í Naa Ngoi eru regluliga vorðin kúgað síðani apríl mánaða, har tey vórðu tikin sum limir í ECVN-N.

Myndugleikarnir nýta brotsmannakenda-framferð
Bólkar upp til 20-persónar av staðbundnum toppembætismonnum og løgreglumonnum hava herjað á óteljandi ferðir mitt á náttartíð fyri at hótta og ræða tey kristnu til at venda aftur til andadyrkan. Tá tey kristnu vísa tey burtur hendir tað ofta, at tey mega vinka farvæl til teirra húsdjór, grøði, jørðin, akurin, amboðini, maskinurnar, eftirkanning í heiminum og miss av streyminum.

Nøkur hava enntá upplivað, at tey ikki kundu sleppa at løða fartelefonirnar hjá grannunum. Í ringastu førum eru grannarnir vorðnir trýstir til at taka allar ognarlutir frá teim kristnu og koyra tey út úr økinum. Hetta er seinnu árini ofta hent fyri borgarar úr etniskum minnilutum í norður Vietnam.

Sambært MSN hava báðar kirkjurnar klagað yvir viðferðini, limir teirra fáa, men tey hava enn ikki fingið svar frá myndugleikunum, eins og tey heldur ikki fáa loyvi at vitja tey jagstraðu.

Barn uttan føðibræv
VNGNMC-kirkjan sigur frá um kristnu mammuna, Vu Ba Sua, sum upplivdi, at myndugleikarnir noktaðu fyri at skráseta føðingina av hennara pinkubarni, sum nú er meira enn tveir mánaðar gamalt. Uttan at verða skrásett hevur barnið ikki rætt til sosialar veitingar, og Sua varð víst aftur, tá hon kom við barninum til sjúkrahúsið vegna lungnabruna.

Fyrr royndu kirkjuleiðarnir at loysa trupulleikarnar í allar kvirru. Men nú, tá klagur um kúgan verða ósvaraðar í mánaðar, hava kirkjurnar gjørt av at traðka fram og biðja altjóða samfelagið um hjálp. Sambært sjúkrahúsinum hevur ongin kristin i Ky Son økinum rætt til nakað slag av hjálp frá myndugleikunum. Og av tí, at Sua og maður hennara sýta at avnokta kristnu trúgv teirra, so hava myndugleikarnir lagt hald á tey húsdjór, sum stjórnin fyrr hevði givið teimum.

Byrjanin av kollveltingini
Nghe An er føðistaður hjá fyrrverandi leiðaranum, Ho Chi Minh, og landsluturin verður hevjaður upp sum vøggan hjá kommunistisku kollveltingini. Tí kappast embætismenninir her um heiðurin at kunna kalla júst teirra øki, “eitt kristin-frítt øki”. Fyrr hava kirkjuleiðarnir roynt at loysa teirra trupulleikar við myndugleikarnar í kvirru handan tjaldið.

Men nú, tá klagur yvir kúgan verða ósvaraðar í mánaðar, hava kirkjurnar valt at traðka fram og biðja altjóða samfelagið um hjálp. Tey kristnu hava nevniliga sæð, at kúganirnar ikki bert eru íkomnar vegna einkult fíggindasinnað lokal embætisfólk. Tað hevur nevniliga víst seg, at allir vietnamesiskir myndugleikar í økinum nú kveistra burtur at vilja tryggja teim kristnu rættvísi.

Kirkjuleiðarnir bøna nú altjóða samfelagið um hjálp til tey kúgaðu kristnu í Vietnam, skrivar Morning Star News.

Tey mest viðbreknu
Open doors hevur á sínum seinasta heimslista Vietnam á einum 19. plássi millum tey 50 londini sum eru á listanum. Kristin eru fyri størstu kúganini. Men tað er munur á, hvussu útsett tey ymsu kristnu og kirkjunar eru: “Tann ógvisligasta kúganin gongur út yvir ikki-vanligar protestantar og konvertittar frá teim upprunaligu átrúnaðunum, serliga í fjarskotnum økjum í norðara og sentrala Vietnam,,” stendur í frágreiðingini hjá Open Doors
Udfordringen: Bodil Lanting