Kristindómur frelsir ongan!

Yvirskriftin skal sjálvandi skiljast rætt. Kristindómur sum religión frelsir ongan, men um vit trúgva á Kristus (Jesus) og eru hansara eftirfylgarar, so kunnu vit øll av náði verða frelst.

 

Kristian á Reynatrøð skrivar:

 

Um tú ikki orkar at lesa restina av hesi boðan, ynski eg, at tú í hvussu er skalt minnast hetta:

  • Eingin religión í heiminum klárar at frelsa eitt einasta menniskja. Heldur ikki kristindómurin!
  • Tann einasti, sum kann frelsa menniskju frá ævigari glatan, er Jesus! At vit trúgva á hann og hava eitt persónligt kærleiksforhold til Jesus.

Jesus sigur sjálvur í Jóhannes 14,6: “Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær”. Og í Ápostlasøguni 4,12 stendur: “Og ikki er frelsa í nøkrum øðrum; tí at ikki er heldur nakað annað navn (enn Jesu navnið) undir himlinum, givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við”.

Jesus er púra greiður: Tað finnast ikki fleiri vegir til frelsu. “Allir vegir føra ikki til Róm”. Tað er ikki ein og sami gudur, bara við ymiskum nøvnum sum til dømis Allah, Mohammed, Budda ella Krishna, ið allir føra til frelsu. Nei, Bíblian lærir púra greitt, at allar tær milliardir av menniskjum, ið trúgva á aðrar gudar ella hoyra til onkra religión, verða ikki frelst! Sama er galdandi fyri tey, ið bara hoyra til jødadómin ella kristindómin.

3. hvørt menniskja hoyrir til kristindómin

Hagtøl vísa, at umleið átta av tíggju menniskjum á jørðini siga seg tilhoyra eina ella aðra religión! Og umleið triði hvør persónur á jørðini sigur seg hoyra til “kristindómin”, ið er størsta religiónin á jørðini. Men merkir tað so, at tær umleið 2,2 milliardir menniskjur, ið hoyra til kristindómin, eru frelst? Neyvan, um vit lesa í Bíbliuni ella spyrja Jesus.

Kristin arvur og siðalæra frelsir ongan

Tað ber nevniliga væl til at liva í einum kristnum landi sum okkara, við kristnum grundarlagi til dømis í lógarverki, við krossmerki í flagginum og við kristni í skúlanum, uttan at hava eitt persónligt forhold til Jesus. Tað ber eisini væl til bæði at vera doyptur, konfirmeraður og giftur í eini kirkju uttan at hava eitt persónligt forhold til Jesus. Tað ber eisini væl til at liva eitt pent lív og regluliga koma í kirkju ella á møti uttan at hava eitt persónligt forhold til Jesus. Og so ber tað eisini væl til at hava foreldur, ommur og abbar og systkin, ið hoyra Jesusi til, uttan at ein sjálvur hevur eitt persónligt forhold til Jesus.

Alt hetta er gott og kann verða við til at leiða okkum til Jesus, men tað merkir ikki, at ein automatiskt er frelstur. Talan kann gott vera um eina kristna religión, sum sæst aftur í mentan, siðaarvi og hugsanarhátti, uttan at ein hevur eitt persónligt forhold við høvuðspersónin í kristindóminum, nevniliga Jesus sjálvan.

Jesus vil hava persónliga relatión

Ígjøgnum Bíbliuna lesa vit mangan, at Gud/Jesus vil hava eitt persónligt forhold við hvørt einstakt menniskja. Tá Ádam og Eva høvdu syndað og harvið slitið inniliga sambandið við hin heilaga Gud, rópti Gud í kvøldarlotinum: “Ádam, hvar ert tú?” Gud vildi tosa við Ádam og vera saman við honum, og soleiðis kallar Gud enn í dag og nevnir teg við navni: Tú, lesari, hvar ert tú?

Eins og Gud vil Jesus eisini eina persónliga relatión við hvønn einstakan. Tá Jesus kallaði sínar lærusveinar, møtti hann teimum einum og einum og segði: “Fylgið mær eftir”. Og teir reistust ein og ein úr sínum dagliga yrki og fylgdu honum, júst sum teir vóru. Teir byrjaðu eitt nýtt lív saman við Jesusi, har teir vóru saman um alt sum vinir og lærusveinar. Hetta persónliga forhold vardi fyrst í trý ár, meðan Jesus var her á jørðini, og síðani restina av lívinum, aftaná at teir vóru fyltir við Heilagum Anda á hvítusunnu. Jesus sum persónligur frelsari og harri, teir sum lærusveinar í eftirfylgjan av honum. Allir uttan ein doyðu pínslaváttardeyðan vegna hesa trúgv og eftirfylgjan. Teir elskaðu Jesus so nógv, at teir vóru til reiðar at doyggja fyri hesa søk. Ert tú til reiðar at doyggja fyri hesa søk?

Jesus elskar, hóast vit svíkja

Og um vit svíkja Jesus, elskar hann tó framvegis okkum og vil fáa “forholdið” í ordan aftur. Hvussu var ikki við Pæturi, sum hevði svikið? Hann hevði tríggjar ferðir bannað uppá, at hann ikki kendi Jesus, men hvat ger Jesus? Jú, aftaná at hann var upprisin, møtti hann Pæturi aftur og spyr hann tríggjar ferðir: “Elskar tú meg, Pætur?” og tríggjar ferðir svarar Pætur: “Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg”. Hann fekk fyrigeving og kundi byrja av nýggjum eitt lív saman við Jesusi. Elskar tú Jesus?

Ríki unglingin – pent lív uttan relatión við Gud

Eg haldi, at eitt tað besta dømi um munin millum religión og eina persónliga relatión við Jesus, er søgan um ríka unglingan, sum kom til Jesus fyri at spyrja, hvat gott hann skuldi gera fyri at arva ævigt lív (Matt 19). Her var veruliga ein góður maður, sum royndi at gera alt fyri at verða fullkomin. Hann segði seg sjálvan halda øll boðini og livdi helst eitt fyrimyndarligt lív. Hann helt tí væl til standa, men tá hann spyr Jesus, hvat vantaði í hjá sær fyri at verða fullkomin, fær hann hetta svarið: “Vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær! Men tá ið unglingin hetta hoyrdi, fór hann syrgin burtur, tí at hann átti nógva ogn”.

Hesin góði unglingi átti nógva ogn og setti ríkidømi framum tað at elska Gud av øllum huga, likami, og sál (fyrsta boð). Jesus visti væl, at unglingin ikki var so fullkomin, sum hann sjálvur helt. Og við hesum svari vildi hann bara vísa honum á, hvar var galið hjá honum. Hann helt ikki fyrsta boð og neyvan heldur øll hini boðini. Støðan hjá honum var tí als ikki so góð, sum hann hevði hildið. Hansara pena religiøsa lív kundi ikki gera hann fullkomnan. Tann einasti, ið kundi gera hann fullkomnan, var Jesus. Hareftir vildi Jesus hava eitt persónligt forhold við hann sum harri í lívinum; “og kom so og fylg mær”. Men hann vildi ikki og fór syrgin burtur… Vilt tú eisini fara burtur?

Bara Jesus kann frelsa

Religiøsitetur frelsti ikki ríka ungligan, og religión frelsir onki menniskja á jørð. Heldur ikki eitt pent religiøst lív í jødadómi ella kristindómi. Tann einasti, ið kann frelsa eitt menniskja frá ævigari glatan, er Jesus. At vit trúgva á hann og hava eitt persónligt kærleiksforhold til Jesus.

 

Greinin varð prentað í Trúboðanum nr. 14/2015

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina