Kristnu bakararnir vunnu í hægsta rætti

BRETLAND: Í morgun tók hægsti rættur í London støðu í nógv umrødda málinum um kakuna til frama fyri samkynt hjúnalag. Niðurstøðan hjá hægsta rætti er, at eigararnir av bakarínum í Belfast gjørdu ikki mismun móti einum kunda við at nokta at gera eina kaku, sum stuðlaði samkyntum hjúnalagi.

Myndir: SkyNews

Málið byrjaði í 2014, tá Gareth Lee bílegði eina kaku við orðunum “stuðla samkyntum hjúnalagi” frá Ashers Baking Company í Belfast, sum kristnu hjúnini Daniel og Amy McArthur reka. Bíleggingin varð góðkend og goldin, men tveir dagar seinni ringdu tey frá bakaríinum og søgdu, at tey ikki kundu veita kakuna, orsakað av umbidna boðskapinum. Í amtsrættinum varð bakaríið dømt at rinda 500 pund í endurgjaldi. Bakaríið kærdi til hægri rætt í Norðurírlandi, sum staðfesti dómin.

Kakan, sum eitt annað bakarí síðani gjørdi

Kakan, sum eitt annað bakarí síðani gjørdi

Men í morgun kom hægsti rættur í London til eina aðra niðurstøðu. Forsetin í hægsta rætti, Lady Hale, boðaði frá avgerðini hjá teimum fimm hægstarættardómarunum og segði, at hjúnini ikki noktaðu fyri at gera kakuna orsakað av persónliga kynsliga samleikanum hjá Gareth Lee, men orsakað av boðskapinum á kakuni:

LES EISINI  Stríðast fyri trúarfrælsi í Bulgaria

– Bakararnir kundu ikki nokta at veita Lee sínar vørur, av tí at hann var samkyndur ella stuðlaði samkyndum hjúnalagi, men tað er nakað heilt annað enn at noyða tey at veita eina kaku sukrað við einum boðskapi, sum tey vóru grundleggjandi ósamd í, sigur dómarin.

Hon leggur afturat, at dómurin á ongan hátt minkar um tørvin at verja samkynd frá mismuni: – Tað er ógvuliga eyðmýkjandi og at gera seg inn á menniskjans tign at nokta einum eina tænastu, orsakað av rasu, kyni, vantandi førleika, kynsligum samleika, átrúnaði ella trúgv hjá viðkomandi. Men tað er ikki tað, sum hendi í hesum málinum, sigur hon.

Lee er eyðvitað ikki nøgdur við dómin. Hann sigur, at hann kendi seg sum annan-flokks borgara, tá bakaríið noktaði at gera kakuna, og dómurin í dag sigur, at tað er í lagi, heldur hann.

Gareth Lee eftir dómsúrskurðin

Gareth Lee eftir dómin

Eisini norðurírska javnstøðunevndin er vónbrotin av dóminum: – Hesin dómur kann sáa iva, um lógin um javnrættindi kann verða nýtt í vinnulívinum, og at trúgvin hjá virkiseigarum kann koma framum javnrættindini hjá kundum, sum eftir okkara tykki er tað øvugta av endamálinum við lóggávuni, sigur formaðurin Michael Wardlow.

LES EISINI  Borgarstjóravalevni í London: Kristin í Bretlandi verða forfylgd

Hinvegin segði McArthur, at dómurin verjir talufrælsið og samvitskufrælsi hjá øllum, og at Lee er vælkomin aftur í bakaríið hjá teimum. – Dómararnir hava sent eitt greitt signal í dag um, at familjufyritøkur sum okkara hava frælsi at hugsavna seg um at geva øllum kundum sínum so góða tænastu sum gjørligt, uttan at verða noydd at arbeiða fyri herferðum hjá øðrum, segði McArthur.

Kelda: SkyNews

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina