Krossfestur við Kristi

Eftir Øivind Andersen

Í Gal. 2,20 er ein persónligur vitnisburður hjá Paulusi um, hvønn týdning Golgata krossur nú hevur í lívi hansara, og eg haldi, vit eiga at geva tí gætur, sum hann har sigur. Tað eru vit eisini von við at gera, tá ein so týdningarmikil maður í Guds ríki leggur ein persónligan vitnisburð. Og eg haldi, tað hevur týdning, hvat Paulus sigur ym síni perósónligu viðurskifti til Krists deyða á Golgata krossi. “Eg eri krossfestur við Kristi,” sigur hann.

Í seinastuni havi eg hugsað nógv um, hví tað er so stórur munur á okkara vitnisburðum og vitnisburði Paulusar um krossin.

Vit tala um at krøkja seg í krossin og at standa við krossins fót. Eg skilji væl tann tørv, ið fær okkum at siga tað, og hann er skaptur av Gudi. Men í Nýggja testamenti verður sagt, at vit skulu trúgva á krossin og at ogna okkum tað, krossurin í roynd og veru hevur at týða.

Eg havi mangar ferðir latið eyguni saman og hugsað fyri mær, at eg í andanum sá Kristus hanga á krossinum, og at eg sjálvur stóð við krossins træ. Men tað hjálpir tær og mær lítið. Og tað hevur tú sjálvur kanska eisini varnast. Men tá ið Paulus harafturímóti vitnar um krossin, sigur hann: “Eg eri krossfestur við Kristi,” og so vitnar hann um tann virknað, tað hevur gjørt í lívi hansara: Tað er ikki longur eg sjálvur, sum livi.

Eg vil nú spyrja teg, mín trúgvandi vin: Kanst tú hesa løtu vitna og siga, at tú ert krossfestur við Kristusi? Tað kunnu ikki nógv trúgvandi siga. Tú kanst vera eitt frelst menniskja, hóast tú ikki torir at vitna eins og Paulus, um tú ert komin til Kristus við synd tíni.

Men kortini má eg siga, at so leingi vit ikki kunnu vitna, at eg eri krossfestur við Kristusi, fáa vit ikki ta røttu frímóð og tann rætta neista í trúgv okkara og ta røttu kraft í halgan okkara.

Mong spyrja: Hvussu skal eg kunna vitna, at “eg eri krossfest/ur við Kristi”, tá ið eg kenni alt tað ónda, sum í mær býr? Tað versta hjá øllum sonnum kristnum er ikki tann synd, vit áður hava gjørt, heldur ikki tað, vit hava misrøkt, men tað, sum vit eru í okkum sjálvum.

Tað eru so mong, sum siga: Eg trúgvi, at Gud hevur fyrigivið mær synd mína, og eg trúgvi, at eg fyri Jesu skyld má vera eitt Guds barn; men tað er okkurt, sum stjelur alla mína frímóð: at hjarta mítt er so ringt at hava við at gera; tað er so lítið hugað at gera alt tað, ið gott er, tað er so falskt og ónt. Har er so nógv syndafult og dovisligt. Og so skuldi eg kortini kunna vitnað: “Eg eri korssfest/ur við Kristi;” hvussu skuldi eg kunna gjørt tað?

Latum okkum so spyrja: Hvussu kundi tað bera til, at Paulus kundi vitna, so sum hann gjørdi? Var hann liðugur við alt, sum var ónt í hjarta hansara? Hevði hann altíð hug at biðja? Hevði hann altíð hug at gera Guds vilja? Kendi hann ongantíð fals í hjarta sínum ella dovinskap og annað tílíkt?

Jú, tað visti hann betri um enn vit, av tí at Gud hevði atgongd til hjarta hansara, og hann sigur: “Tí at eg veit, at ikki býr nakað gott í mær, tað er í holdi mínum … Eg neyðar menniskja! Hvør skal bjarga mær frá hesum deyðans likami?” (Róm. 7,18,24).

Her lýsnar fyri okkum, hvat Paulus hugsar, tá ið vit síggja, hvat ið annars stendur skrivað í Bíbliuni. “… einki profetaorð verður týtt av sær sjálvum,” sigur Pætur í 2. brævi 20. Tað má verða lisið og sæð í ljósinum saman við tí, sum annars stendur skrivað í Bíbliuni.

Í Kol. 3,3 skrivar Paulus: “Tit eru deyðir…” Og nøkur ørindi seinni: “tit eru jú deyð… Paulus sá, at kirkjuliðið í Kolossu var plágað av slíkum devulsligum ræðuleikum, sum hann nevnir í ørindi 5 og frameftir, og hóast Paulus visti tað, segði hann kortini: “Tit eru jú deyð…” Varnast tú henda dupultleika?

Hvat Paulus meinar við, greiðir hann frá í 2. Kor. 5,15, har hann sigur: “Hann (Kristus) er deyður fyri allar (øll), fyri at teir (tey), sum liva, ikki longur skulu liva fyri sær sjálvum, men fyri honum, sum fyri teir (tey) er deyður og upprisin”.

Tað er ofta týdningarmikið at leggja til merkis summi smáorð í Guds orði. Leggið til merkis tað lítla orðið í 2. Kor.5,14: “altså”. “En er død i alles sted, altså er alle døde…” Ein er deyður fyri allar, tá (altså) eru teir allir deyðir…Als ikki tí teir eru vorðnir syndafríir og hava vunnið sigur á øllum illum í hjørtum teirra, ella at teir ikki longur kenna seg verða freistaðar at synda, men av tí at ein er deyður, at Kristus doyði fyri allar, so eru teir allir deyðir.

Hetta eru nøkur undursom orð. Fatar tú nú, hvat Paulus hugsar, tá ið hann sigur: “Eg eri krossfestur við Kristi” ? Tí Kristus doyði har – fyri meg, Paulus, (og har kunnu tú og eg seta okkara nøvn) tí eri eg deyður (og tú deyð) við Kristi í Guds eygum. Gaman í liva vit enn her á jørð og mugu kenna, hvat tað er at vera menniskja: “… tað lív, sum eg nú livi í holdinum…” (Gal. 2,20).

Tað var í tí týsk-franska krígnum. Allir Týskarar vórðu boðsendir at koma heim, tí teir skuldu út á hermótið – eisini teir Týskarar, sum tá vóru staddir í London.

Ein dagin um hetta mundið møtti ein Breti týska vinmanni sínum á gøtuni. “Ert tú her? Ert tú ikki farin heim til Týsklands?” – “Nei, eg eri deyður!” svaraði Týskarin. “Eg slapp at senda ein staðgongumann hagar fyri meg, og tí roknar týska ríkissjórnin meg fyri at vera deyðan.”

Gud hevur sent ein staðgongumann, og frá teirri stund roknaði hann meg fyri at vera deyðan. Um eg nú veruliga fari at trúgva, at “ein er deyður fyri allar (øll), tá eru teir allir (tey øll) deyðir/deyð, hvat má eg so vitna? Tá má eg vitna: “Eg eri krossfest/ur við Kristi, og geri eg ikki tað, vanvirði eg Guds náði.

Ynski mítt er, sigur Øivind Andersen, at vit vilja fara at trúgva á krossin, og ikki bert hella okkum at skýmligum, innantómum máliskum um at standa við krossins fót, men gera tað, sum Gud vil: hugsa væl um, hvat ið Kristus hevur gjørt fyri okkum og synd okkara. “Hann … bar syndir okkara á likami sínum upp á krossins træ …” (1. Pæt. 2,24),  og “Kristus keypti okkum undan banning lógarinnar …” (Gal. 3,13).

“Bannaður er hvør tann, sum ikki heldur fast við alt tað, sum skrivað er í lógbókini, so at hann ger eftir tí” (Gal. 3,10). Nær eru tú og eg komin so langt, at vit gera eftir tí?

Men Gud sendi ein staðgongumann og keypti okkum frí. Takka tí Gudi og sig við hann: Góði Gud, eg taki ímóti og takki fyri, at hann doyði í mítt stað.

P.J. Sigvardsen týddi