Kuffarnir skipa fyri stuðulstiltaki í kvøld

Í kvøld klokkan 19 sendir KFUM&K beinleiðis stuðulstiltak á Facebooksíðu teirra.

Seinastu tvær vikurnar hevur verið møguligt hjá fólki at taka ein jólamynd í myndaboksini í KFUM&K, og tað er eisini úr myndaboksini at sent verður frá í kvøld.

Nógv spennandi verður á skránni. Gudny og Rakul fara at framføra, Ester Skála, sum júst hevur givið eitt lag út, fer eisini at framføra. Síðani verður eisini prát við Jonnu Johannesen, Pól Johannesen og Ebba F. Petersen um teirra uppvøkstur var í KFUM&K.

Tóta Akursmørk, ið er ein av fyriskiparunum sigur, at pengingurin, sum kemur inn fer til ungdómsarbeiðið og loftstovuna.

– Loftstovan hevur staðið køld og óbrúkt nú í nógv ár, og hóast eina roynd fyri nøkrum árum síðani at umvæla hana, so datt tað arbeiði niðurfyri. Nú royna vit aftur at skaffa fígging til at endiliga fáa loftið gjørt. Vit hava havt eina myndaboks á loftinum tvær tær seinastu vikurnar, og fara at hava hana eina viku afturat og hava pyntað loftið til jólar, tí vit ynsktu at varpa ljós á standin á loftinum, og vóna at tað møguliga kann skapa ein áhuga hjá mongum, at eisini vilja síggja loftið í brúk aftur.
Dreymurin er at loftið kann blíva ein ungdómsstova við ymsum hentleikum, ið kann ‘samashowa’ tey ungu. Vit vóna, at tað fer at bera til, at hendan stovan kann vera opin viku dagar eisini, tí sum nú er hava vit ungdómsmøti fríggjakvøld kl.21 og viðhvørt opið hús sunnudagar, sigur Tóta at enda.

LES EISINI  Møti langafríggjadag av Háfjalli

Facebook síðan finst HER.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina