Kumpas nr 30 – fyri 1. hálvár 2025 – er komið
Síðani 2010 er bíbliulesiætlanin til ung, KUMPAS, komin út.
Kumpas kemur við tveimum útgávum hvørt ár: hin fyrra frá januar til juni og hin seinna frá juli til desembur.
Í øll hesi ár hava túsundvís av ungum fylgt hesi lesiætlan og fingið nógv gott burturúr.
Kumpas er læruríkur máti at koma runt alla Bíbliuna. Andaktirnar til hvønn dag eru stuttar og viðkomandi.
Kumpas er ein góð jólagáva til tannáringar og ung og kann keypast á mission.fo/kumpas
Kostnaðurin er kr 115,00 pr hálvár. (kr 230,00 árliga)