Kvinnur um allan heim sameinast í bøn fríggjakvøldið

Hvørt ár verður skipað fyri altjóða kvinnubønardegi um allan heim, eisini her í Føroyum. Seinastu árini hevur tiltakið verið í Havn og í Klaksvík. Doris Heinesen er ein av teimum, sum leggja tiltakið til rættis í Klaksvík.

– Endamálið við degnum er í trimum. Fyri tað fyrsta, at kvinnur játta sína trúgv á Jesus saman. Síðani ikki at liva í isolatión, men heldur at lata seg ríka av trúarfeløgum í øðrum londum. Og fyri tað triðja at luta vón og ótta, gleði og sorg, avbjóðingar og trupulleikar við hvør aðra, í bøn, ofri og tænastu, greiðir Doris frá.

Í ár verður dagurin hildin í Meinigheitshúsinum í Havn, beint við SMS, og í Soli Deo Gloria á Klaksvíksvegi 56 í Klaksvík. Hetta er eitt felagskristiligt tiltak, og tiltakið ferðast millum tær kirkjur og samkomur, sum eru við. Tiltakið í Havn byrjar kl. 19.30 fríggjakvøldið, og har talar Sólrun Poulsen. Í Klaksvík byrjar tað kl. 20.00, og har talar Hallgerð Akurstein.

LES EISINI  Vilt tú verða grøddur?

Kring allan knøttin

Bønardagurin er eitt altjóða tiltak.

– Tað er nokk so áhugavert at hugsa um, at bønardagurin byrjar, tá sólin rísur í Vestursamoa í Kyrrahavinum, og heldur so fram, heilt til sólin setur í Amerikanskum Samoa, sum liggur beint við síðuna av Vestursamoa. Í síðstu viku kom fram, at tríggir teinar í súkklukappingini Tour De France í 2021 verða súkklaðir í Danmark, og at sjónvarpshyggjarar í 190 londum væntandi fara at fylgja við. Til samanberingar verður Altjóða kvinnubønardagurin hildin í 170-180 londum, har fólk luttaka aktivt í øllum hesum londum, og bønarfaldarin verður týddur til meira enn 1.000 mál, sigur Doris.

Búmerkið fyri altjóða kvinnubønardagin

Kvinnur úr Slovenia gera tilfarið í ár

Felagsskapurin verður leiddur úr New York, men kvinnur úr ymiskum londum skifta um at leiða bønardagin hvørt ár. Tær gera ein faldara til dagin, og millum annað eru kvinnur úr hesum landinum, sum greiða frá síni ofta hjartanemandi søgu. Í ár eru tað kvinnur í Slovenia, sum hava gjørt tilfarið til dagin, og sama tilfar verður nýtt um allan heim.

LES EISINI  Vilt tú verða grøddur?

– Slovenia er eitt av yngstu londum í Evropa, tað varð sjálvstøðugt í 1991. Tær fimm kvinnurnar, bæði eldri og ungar, greiða frá, hvussu mong stríða við sárini eftir borgarakríggið, umframt rúsdrekkamisnýtslu, arbeiðsloysi og mismun, sigur Doris.

Hon leggur afturat, kvinnurin í Slovenia hava eisini skrivað ein sang til dagin. Hann eitur “Now one and all, just come along”, og Hjørleif Poulsen hevur týtt hann til føroyskt: “Nú komið øll, tí frelsarin vil fegin hitta teg”.

Savna inn til hjálpararbeiði

Evnið fyri dagin í ár er tikið úr líknilsinum um ta stóru kvøldmáltíðina í Lukasar evangelium 14: “Komið, tí nú er alt tilgjørt”. Sama líknilsi, sum er á stóru altartalvuni í Christianskirkuni.

Í sambandi við dagin verður eisini savnað inn, og í ár fer hjálpin til verkætlanir í Tansania og Rvanda, har kvinnur og børn eru í fokus.

– Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar at vera við í hesum heimsumfevnandi felagsskapi, sum eisini verður hildin her heima í Føroyum, sigur Doris at enda.

LES EISINI  Vilt tú verða grøddur?
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina