Kvinnuting 5. februar 2022

Tilmeldingin til Kvinnuting letur upp fríggjadagin 21. januar kl. 18.00. Evnið í ár er “Blómurnar í dalinum”, har luttakararnir fáa møguleika at hugsavna seg um, hvussu vit finna blómur í lívsins skuggasíðum. Tí sum vit øll vita, so eru allir dagar ikki líka lættir. Og tað kann vera ymiskt, sum vit við sorg, mugu bera alt lívi. Og hvat tá?

Fyrrapartin verður tað Unn Justinussen, sum hevur áhugatíma út frá evninum “At liva við og yvirliva sorg”. Seinnapartin verður tað Martha N. Højgaard, sum fær orðið. Hon kemur at hava ein áhugatíma við evninum “Móðurleysi kærleikin.” Um kvøldið verður tað Pól Johannesen sum talar.Hann hevur fingið yvirskriftina: Gjøgnum pínu og líðing lærir tú eyðmjúkleika.

Afturat øllum hesum er rúm tíð sett av til hugnaliga samveru í og rundanum Nesvík. Og so mugu vit ikki gloyma at nevna galladøgurðan.

Kvinnuting er sera væl umtókt, og í ár ræður um at vera klár, um tú ætlar tær við. Orsaka av galdandi koronatilmælum, so er einans pláss fyri 100 luttakarum.

LES EISINI  Tribunan í nýggju høllini í Nesvík liðug

Vegna koronu eru bert 100 pláss, so skundi tykkum og teknið tykkum. Vit krevja eina koronutest, ið er tikin 24 tímar áðrenn Kvinnuting byrjar. 

Skráin

9:00    Móttøka

9:15      Morgunmatur við livandi tónleiki

10:00   Felagssangur

10:15     Áhugatími: At liva við og yvirliva sorg. Unn Justinussen

13:00    Góð máltíð

14:00    Gongutúrur, bókaborð o.a.

15:30     Áhugatími: Móðurleysi kærleikin. Martha N Højgaard

18:00     Gallaveitsla, felagssangur o.a

20:00   Gjøgnum pínu og líðing lærir tú eyðmjúkleika

              Pól Jóhannesen

              Sangur og hugni

22:00   Kvinnutingið endar

Fleiri sangbólkar fara at framføra.

Kostnaður 695 kr.

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina