Kvinnuting aftur fullteknað í ár
Slakar fimm tímar tók tað, frá at tilmeldingin til Kvinnuting læt upp, til tað var fullteknað. Tilmeldingin læt upp klokkan 18.00, og stutt fyri klokkan 23.00 varð fullteknað.
Kvinnuting er eitt sera vælumtókt tiltak hjá Heimamissiónini. Nógv tey seinastu árini hevur verið gravgangur eftir at tekna seg, og hvørt ár hevur skeiðið verið fullteknað. Soleiðis er eisini í ár.
Evnið fyri Kvinnutingið, sum í ár er 6. februar, er “Himmalin”. Byrjað verður klokkan 9.00 á morgni, og hildið verður á til klokkan 23.00. Um dagin verður sangur og tónleikur, áhugatími, gongutúrur, bókaborð og mangt annað. Um kvøldið verður stór gallaveitsla.