Kvinnuting í Suðuroy

21. mars 2020 verður kvinnuting í skúlahøllini í Trongisvági, frá kl 10.00 til kl 17.00

Hetta er triðja árið á rað, at kvinnuting verður hildið í Suðuroynni.

Tiltakið er ætlað kvinnum í øllum aldri. Heitið á degnum er: Vit eru leirið – tú ert smiðurin.

Vælkomnar til ein spennandi og gevandi dag við hugna, sangi, práti og góðum mati.

 

Tær ið luttaka eru:

Maud Poulsen – Kvinnusøga

Rósalind Poulsen – Kvinnusøga – Hvar er mítt fokus?

Mona við Reiðlið – Frágreiðing – Hvat ger meg sterkan?

 

Á skranni verður eisini ein spennandi ferðafrásøgn við Heiðrun H Erlingson.

Umframt góðan felagssang, fer ein kvinnukvartett at syngja fyri okkum.

Vit fara eisini at røra okkum eitt sindur, saman við Anniku Jónsveinsdóttir.

Tilmelding fer fram á mission.fo/tilmelding, ella á tlf 582683. Síðsta freist at melda seg er 14. mars 2020

Høvi verður at stuðla Næstanum, sum luttekur við tombola.

Kostnaður: 325 kr

Fyrireikarararnir eru kvinnur í missiónshúsinum á Tvøroyri og í Hvalba

LES EISINI  Myndarøð: Um 300 kvinnur á kvinnutingi um at fara væl um skapanarverkið

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina