Kvinnutingið 2019 spolar aftur til kjarnan: Hvat vórðu vit skapað til?

Á kyndilsmessu 2. februar verður kvinnuting aftur í Leguhúsinum í Nesvík. Hetta er 11. kvinnutingið, og hesaferð verður evnið “Krúnan á skapanarverkinum – hvat vórðu vit skapað til?” Tórhild Bjarkhamar er ein av fyrireikarunum.

– Nú á døgum eru mong sera upptikin av veðurlagsbroytingunum. Ein kundi spurt, hví veðurlagið er við at broytast, men vit hava ístaðin valt at spola heilt aftur til kjarnan og spyrja, hvat vit vórðu skapað til, sigur Tórhild.

Evnið er valt út frá sokallaða “mentanarkallinum” í Fyrstu mósebók 1,27-28: “Og Gud skapaði mannin eftir síni mynd, í Guds mynd skapaði hann hann, sum kall og konu skapaði hann tey, og Gud vælsignaði tey, og Gud segði við tey: “Verðið barnrík og fjølgist og uppfyllið jørðina og leggið hana undir tykkum, og ráðið yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum, sum rørast á jørðini!”

Tórhild greiðir frá, at tað verða tríggir undirvísingartímar. Fyrrapartin hevur Marjun Lómaklett fyrilestur við sama heiti sum sjálvt kvinnutingið: “Krúnan á skapanarverkinum – hvat vórðu vit skapað til?” Seinnapartin hevur Sirið Stenberg ein áhugatíma. Hon er landsstýriskvinna í millum annað umhvørvismálum, og heitið á áhugatímanum er “Varða væl um jørðina”. Um kvøldið tosar Inga Poulsen Dam um evnið “Hvussu gera vit eftir Guds boðum og hava Jesus sum fyrimynd?”

– Sum vant gera vit eisini nógv burturúr tónleikinum, og hesaferð verða millum annað Jóhanna & Terji í Kollafirði, Blátt Gras og Lisa Frederiksberg við.

Annars líkist skráin nógv undanfarnu árunum, har vit royna at hjúkla um luttakararnar uppá ymiskan máta, sigur Tórhild. Umframt hana eru Harriet Jørginsdóttir og Sólborg í Grund Bøgesvang við í nevndini, sum skipar fyri tiltakinum.

LES EISINI  Arbeiðið at skifta vindeygu í Leguhúsinum byrjað

Eins og seinastu tvey árini verður luttøkuprísurin 600 krónur. Væntandi verður tilmeldingin klár fyrst í næstu viku, og hon fer sum vant fram á mission.fo/tilmelding.

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina