Leguhúsið skal hava nýggjan húsavørð

Leguhúsið í Nesvík søkir nú eftir nýggjum húsavørði at arbeiða fulla tíð. Høvuðsuppgávan hjá húsavørðinum verður at halda og menna eitt livandi leguhús, sum sagt verður í starvslýsingini. Tí húsið verður, sum vera man, sera nógv nýtt alt árið, og tí krevst støðugt viðlíkahald og ábøtur. Tann, ið søkir, skal hava útbúgving sum handverkari ella líknandi.

Tað var í 1993, at Leguhúsið í Nesvík varð tikið í nýtslu, og seinastu árini hevur stór útbygging verið í gongd. Leguhúsið er partur av virkseminum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, og húsavørðurin skal eins og øll onnur starvsfólk taka undir við tí, sum Heimamissiónin stendur fyri.

Øll starvslýsingin sæst her.

Umsóknarfreistin er 25. september, og starvið verður sett, tá rætti persónurin er funnin. Tá fer Jens Pauli í Dali, sum hevur verið húsavørður í Leguhúsinum í Nesvík síðani oktober 2015, úr starvi av heilsuávum.

Jens Pauli í Dali hevur verið húsavørður síðani oktober 2015.

LES EISINI  Fleiri legur fullteknaðar, aðrar fyllast
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina