Lær tú óvitan um vegin …

Nú tá árini koma, hvat er tað, sum situr fastast eftir í minni okkara?

Hjá mær er tað vorðið so, at tað, eg lesi og hoyri nú, er farið eftir nøkrum vikum ella døgum, okkurt serligt hongur við.

Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum.
Orðt.22,6

Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær!
Sálm 51,15 


Men eg minnist nógv frá barna og ungdómsárunum.

Bíbliusøgurnar, sum blivu fortaldar og lisnar heima, í skúla og sunnudagsskúla.

Sálmar og sangir, vit lærdu í skúla og kirkju og sunnudagsskúla.

Ikki líkamikið, hvat børnini læra

Tí er tað ikki líkamikið hvat vit leggja niður í børn okkara og ungdóm.
Ein normaður , Oddbjørn Evenshaug, segði tað soleiðis, at tað vit hava lagt av Guðs orði niður í børnini, er sum brenni sum er lagt á eina peis, klárt til heilaga andan at tendra í.

Foreldur, ommur og abbar, tey kunnu hava ligið longi undir grønitorvu, men tað, tey løgdu niður í børnini, tað liggur har á goymslu, og kann verða viðvirkandi til, at børnini seinni í lívinum venda aftur til tað.

Tað hevur nógv størri týdning enn vit ofta halda.

Pápabeiggi

Eg hevði ein pápabeiggja, sum fór til Kanada at búsetast sum ca 26 ára gamal. Hann sendi bræv heim einaferð um árið, so leingi foreldrini livdu. Eftir tað hoyrdist onki frá honum.

Knappliga í 1978, nú stendur hann á trappuni í barnaheiminum, sama við tveimum vinmonnum, komin heim at doyggja, hann var tá 79 ára gamal.

Fyri mær fortaldi hann, at tað var nakað, sum hevði forfylgt honum øll hesi árini, tað var, at hvønn morgun áðrenn teir fóru upp, hoyrdu teir pápan biðja í kamarinum við síðuna av og nevna teir við navni, og biðja um, at teir máttu verða varveittir í trúnni.

Hann kom heim aftur varveittur í trúnni, Guð hevði brúkt hetta, hann hevði hoyrt sum hálvvaksin.

Timoteus

Vit lesa um hvussu Paulus áminnir Timoteus á at halda fast við tað hann hevði lært, við tað at tú frá barnsbeini kennir tær heilagu skriftirnar, sum kunnu gera teg vísan til frelsu. 2 Tim 3. 15….

Hann nevnir eisini í 2 Tim 1 kap um trúnna, sum búði í ommuni Lois og mammuni Evnike, og sum hann er ivaleysur í, eisini býr í Timoteusi.

Fyri øgiliga nógv verður grundarlagið lagt frá barnsbeini. Tað er kanska misjavnt hvussu tað hevur ávirka lívið, men tað liggur har, klárt til heilaga andan at brúka, og eg veit av egnum royndum, at tá veruliga stendur á, og vit veruliga eru andlit til andlits við deyðan, verður kallað á Jesus um hjálp, tí vit eru lærd upp til tað.

Prædikarin áminnir júst um hetta, at brúka tíðina meðan vit eiga hana, áðrenn øll brekini koma. Eygu, oyru, hendur og føtur byrja at bila, sinni bilar og vit verða sløv, ella missa vitskuna. Tá kunnu evnini verða darvað so mikið, at vit hava ringt við at samla okkum til bøn og lestur.

Prædikarin

Tak við ráðunum frá Prædikaranum: í 12 kapitli.

Og hugsa um skapara tín í ungdóms døgum tínum, áðrenn teir vándu dagarnir koma, og tey árini nærkast, sum tú sigur um: »Tey huga mær ikki;« v2  áðrenn sólin myrknar, og ljósið og mánin og stjørnurnar, og áðrenn skýggini koma aftur eftir regnið; v3  tann tíðin, tá ið teir, sum sita um húsið, skelva, og maktarmenninir verða kropnir, og genturnar á kvørnini leggjast fyri, av tí at tær eru vorðnar fáar, og dimmligt er vorðið hjá teimum, sum hyggja út gjøgnum gluggarnar; v4  og báðar útdyrnar verða stongdar, meðan dunið av kvørnini minkar; tá ið maður fer á føtur, tað fyrsta fuglur fer at láta, og allar songkonur verða lágmæltar; v5  tá ið maður stúrir fyri hvørjari brekku, og ræðslur eru úti á veginum, og mandlutræið stendur í blóma, og grashoppurnar streva seg fram, og káperberið dovnar; tí at maðurin fer til sín æviga bústað, og tey, sum syrgja, ganga um gøtur; v6  áðrenn silvurtráðurin slitnar, og gullskálin brotnar, og krukkan fer sundur við kelduna, og hjólið dettur brotið í brunnin, v7  og moldin fer aftur til jørðina, har sum hon var áður, og andin fer aftur til Guðs, sum gav hann.
Præd.12,1-7

Brúka møguleikan meðan hann enn har, Jesus er klárur.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina