Lærusveinaskúlin PODAS við enn fleiri tilboðum

Hug at læra meira um Jesus? So er Lærusveinaskúlin PODAS kanska nakað fyri teg?

PODAS Ekklesias byrjaði í 2008 og hevur sostatt virkað í Føroyum og í Danmark í 12 ár.

Umleið 700 fólk, í øllum aldri, ung sum eldri, hava tikið lut á PODAS, og hevur kynsbýtið verið javnt.

 

Komandi skúlaár 2020-21 verður farið undir PODAS-fyri øll, PODAS-fyri øll á netinum, PODAS-1, PODAS-2 og PODAS-3.

Ynskir tú at fylgja Jesusi og vaksa í trúnni? Ver hjartaliga vælkomin á føroyska lærusveinaskúlan PODAS, sum er bygdur á Fólkakirkjunnar læru. Undirvísarar eru prestar, trúboðarar og onnur.

 

Undirvísingin er 2 tímar um vikuna. Prestar, trúboðarar og onnur undirvísa um innihaldið í kristnu trúnni.

Málið við skúlaárinum: At vera Jesu lærisveinur og at taka ábyrgd av sær sjálvum.

Innihaldið: Kristna læran, nýggja lívið, kirkjunnar missión og andalig leiðsla.

Visjónin hjá PODAS: At síggja kvinnur og menn vaksa alt lívið í Jesu Krists náði, so at tey elska Gud og næsta sín.

LES EISINI  Tilmeldingin til Podas er byrjað

 

Podas-fyri øll

PODAS-fyri øll er fyri øll frá 14 ára aldri. Luttøkugjald fyri bøkur og annað er 750 krónur fyri einstaklingar og 1.000 krónur fyri pør.

  • PODAS á netinum, týsdag klokkan 17.00-19.00 (frá 22.09.20 til 15.12.20). – Leiðari og undirvísari: Derhard Jógvansson, prestur.
  • Hvalvíkar missiónshús, mánakvøld klokkan 17.30-19.00 (frá 19.10.20 til 08.02. 21) – Leiðari og undirvísari: Jákup E. Petersen, sóknarprestur.
  • Missiónshúsið Karmel á Eiði, týskvøld klokkan 19.00-21.00 (frá 20.10.20 til 09.02.21) – Leiðari og undirvísari: Jonhard Jógvansson, sóknarprestur og Katrin Højsted, lærari.
  • Æðuvíkar missiónshús, mikukvøld klokkan 19.00-21.00 (frá 21.10.20 til 10.02.21) – Leiðari: Aslaug Olsen, skúlastjóri.
  • Keypmannahavn á Oyrasundskollegiinum, mánakvøld klokkan 19.00-21.00 (frá 19.10.20 til 08.02.21) – Leiðari: Heðin Arge, lesandi.

 

PODAS-1 lærusveinaskúli

Er fyri tey, ið eru 17 ár og eldri, og sum ikki hava tikið PODAS áður. Luttøkugjald fyri bøkur og annað er 1.500 krónur fyri einstaklingar og 2.500 krónur fyri pør.

 

  • Leirvíkar missiónshús, týskvøld kl 19.00-21.00 (frá 20.10.20 til 27.04.21) – Leiðarar: Anna Jacobsen, Kartin Høgnesen og Ove Heinesen.
  • Meinigheitshúsið Saron í Sandavági, mikukvøld kl. 19.00-21.00 (frá 21.10.20 til 28.04.21) – Leiðarar: Helga Nordendal, Gunnar K. Nattestad og Ingolf Johannesen.
  • Emmaus í Klaksvík, hóskvøld 19.00-21.00 (frá 22.10.20 til 29.04.21) – Leiðarar: Hjalmar Waag Arge og Rói Danielsen.
LES EISINI  PODAS-toymi aftur til Íslands mitt í november

 

PODAS-2 lærusveinaskúli

Verður á hesum støðum, og er fyri tey, sum hava tikið PODAS 1 áður. Aldursmarkið er 17 ár. Luttøkugjald fyri bøkur og annaå er 1.500 krónur fyri einstaklingar og 2.500 krónur fyri pør.

 

  • Vesturkirkjan í Havn mánadag kl. 17.30-19.30 (frá 19.10.20 til 26.04.21) – Leiðarar eru: Liljan Midjord og Kim Midjord.
  • Kirkjuhúsið á Strondum týsdag kl. 19.30-21.30 (frá 20.10.20 til 27.04.21) – Leiðarar eru: Mariann D. Poulsen og Bartal Danielsen.
  • Kirkjuhúsið í Hvannasundi hósdag kl. 19.00-21.00 (frá 22.10.20 til 29.04.21) – Leiðarar eru: Jóannes Purkhús og Leivur í Buð.

 

PODAS-3 lærusveinaskúli

Hevur tú luttikið á PODAS 2 og ynskir at vita meira um missión heima og úti, leiðslu og at gera Jesusi lærusveinar, er PODAS 3 nakað fyri teg. Aldursmarkið er 17 ár. Luttøkugjald fyri bøkur og annað er 1.500 fyri einstaklingar og 2.500 krónur fyri pør.

 

  • Gøtu kirkja mánadag kl. 19.00-21.00 (frá 19.10.20 til 26.04.21) – Leiðarar eru Rannvá Langgaard og Kristian á Reynatrøð.
  • Vesturkirkjan í Havn týsdag kl. 18.00-20.00 (frá 20.10.20 til 27.04.21) – Leiðarar eru Randi Joensen og Ólavur Jacobsen.
  • Missiónshúsið Libanon í Sørvági hósdag kl. 19.30-21.30 (frá 22.10.20 til 29.04.21) – Leiðarar eru Jógvan Steintún og Leo-Hans Mikkelsen.
LES EISINI  Dánial Olsen nýggjur ungdómssamskipari

 

TILMELDING:

Send teldupost til Ásbjørn Jacobsen, asbjorn@podas.fo (tlf. 597777)

Upplýs fult navn, bústað, føðingardag, fartelefonnummar, teldubrævadressu og stað. Tilmeldingarfreistin er 8. oktober 2020.

PODAS Ekklesias
www.facebook.com/PODASEkklesias

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina