Lærusveinaskúlin ”Sendiboð” byrjar aftur – nú útbygt við Sendiboð 2

Seinastu árini hevur ”Kristiligur felagsskapur fyri skúlaungdóm og lesandi” (KFS) skipað fyri einum skeiði, ið skal gera kristin út til at duga betur at verja sína trúgv. Hvørt mánakvøld frá september til mai hittast tey í Leguhúsinum í Nesvík. Í ár verður Sendiboð 1 aftur á skránni, men fyri tey, ið hava gingið til Sendiboð fyrr, verður nú eisini skipað fyri Sendiboð 2. Freistin at tekna seg var í gjár, men um ein skundar sær, eru nøkur fá pláss eftir!

“Sendiboð” er ein lærusveinaskúli, og undirheitið á skeiðnum er eisini “Lær at fylgja Jesusi”. Endamálið er í trimum. Tað er at venja kristin, so at tey

  1. fáa eina greiða fatan av síni trúgv,
  2. duga betur at tosa við onnur um, hvat tey trúgva, og
  3. læra at liva tað lívið, ið tey tosa um.

Hetta verður gjørt við at leggja dent á trý viðurskifti:

  • Vitan – um Jesus og kristnu heimsfatanina
  • Vísdóm – hvussu tú ber hesa vitan víðari til onnur á góðan hátt
  • Persónleika – hvussu tú ert sum persónur
LES EISINI  Niðurger kristna trúgvin kvinnur?: Síggj samrøðuna her

Frálæran viðger nógv viðkomandi evni, so sum:

  • Hvat inniber mítt samband við Gud?
  • Hvat merkir tað at vera Jesu lærusveinur?
  • Hvussu kann eg tosa við onnur um Gud?
  • Hava vísindi prógvað, at Gud ikki er til?

Sum nakað nýtt verður í vetur eisini skipað fyri Sendiboð 2. Tað er ætlað teimum, sum áður hava gingið til Sendiboð. Sendiboð 2 fevnir bæði um undirvísing og tænastu. Luttakararnir fáa meira vitan og sleppa harumframt at brúka sína vitan í verki saman við øðrum. Tað er jú ein ein grundleggjandi partur av tí at vera lærusveinur.

Sendiboð – bæði 1 og 2 – verður í Nesvík hvørt mánakvøld klokkan 20 til 22 í tíðarskeiðnum frá 23. september til 4. mai. Pláss er fyri 20 luttakarum frá miðnámsaldri til hvørt skeið, og tað kostar 700 krónur; tá eru bøkur, legur og annað íroknað. Fleiri av bókunum eru á enskum, so tað er neyðugt at duga enskt rímiliga væl.

LES EISINI  50 ára hátíðarhald fyri KFS

Freistin at tekna seg var í gjár, men nøkur fá pláss eru eftir, um ein skundar sær at skriva til Sendiboð á facebook!

Á facebookvegginum hjá Sendiboð greiða nøkur ung frá Sendiboð og hvat tey fáa burturúr.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina