Land, land, land! Hoyr orð Harrans!
Jeremia livdi í eini truplari tíð. Tað var ófriðarligt, kríggj, partur at fólkinum var herleiddur til Bábylon og fólk vistu ikki, hvussu framtíðin fór at vera.
Fólkið burturflutt
Vit eru umleið ár 600 fyri Krist.
Í 722 høvdu assýrar tikið Norðurríkið, og tær 10 ættirnar vórðu burturfluttar. Tey eru ongantíð komin heimaftur til Ísrael. Tó so, í dag kunnu vit finna nøkur fólk í Ísrael, sum siga seg vera eftirkomarar av onkur av teimum 10 ættunum.
Jeremia livdi í Suðurríkinum, í Júda. Bábylónar høvdu longu tikið partar av fólkinum og ført tey til Bábylon.
Í 605 vóru tey fyrstu fólkini burturflutt – millum annað Dánjal profetur.
Nøkur ár seinni, í 598 og 597 vóru aftur fleiri fólk burturflutt til Bábylon. Millum onnur profeturin Ezekiel.
70 ár í útlegd
Jeremia hevði longu í fleiri ár talað til fólkið. Hann var um 23 ára gamal, tá ið hann varð kallaður til profet. Hann fekk ikki ein lættan boðskap at bera. Hann fekk ein dómsboðskap at bera frá Harranum til sítt fólk. Boðskapurin var, at vegna at fólkið er vikið frá Harranum, verður landið tikið, fremmand fólkasløg skulu hava ræði í landinum, og fólkið skal verða ført í útlegd.
Aðrir profetar boðaðu ein annan boðskap, at alt skuldi ganga væl.
Hetta átalar Jeremia og sigur, at 70 ár skulu ganga, áðrenn tit sleppa heimaftur. Hann sigur, at fólkið ikki skal lurta eftir teimum følsku profetunum, ið siga nakað annað.
Í 586 f.Kr. var Jerusalem tikið og lagt í oyði, og meira av fólkinum varð burturflutt. Onnur fingu ræði í landinum.
Lata vit okkum tøla?
Jereremia legði ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann boðaði:
”Latið ikki profetarnar, sum eru tykkara millum, ella spásagnarmenn tykkara tøla tykkum, og trúgvið ikki á teir dreymar, sum tit droyma; tí at teir spáa tykkum lygnir í mínum navni; eg havi ikki sent teir, sigur Harrin. Tí at so sigur Harrin: Tá ið sjeyti ár eru umliðin fyri Bábel, vitji eg tykkum aftur og evni á tykkum heiti mítt, at flyta tykkum heim aftur á henda staðin. Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð.” (Jeremia 29,8-11).
Bæði tá á døgum eins og á okkara døgum kann tað vera munandi hugaligari at lurta eftir teimum, ið bera ein boðskapin, at alt fer at ganga væl.
Ein stórur partur av fólkinum tá varð villleiddur. Vandi er fyri tí sama í dag, um vit lata okkum tøla, um vit bara lurta eftir tí, sum kitlar í oyrunum. Vit hava eisini tørv á at hoyra boðskapin um Guds vreiði yvir syndina.
Sannir profetar ella lygiprofetar
Jeremia sigur við fólkið:
”Á land, land, land! Hoyr orð Harrans!” (Jer 22,29).
Fólkið tá í tíðini hevði stóran tørv at hoyra henda boðskapin. At lurta eftir Guds sanna boðskapi – og ikki lata seg tøla av villleiðandi boðskapi frá sokallaðum profetum, sum ikki vóru profetar.
Vit standa í somu støðu. Lurta vit eftir tí, sum Guds orð sigur, ella eftir tí, sum kitlar í oyrunum?
Í dag eru fleiri, sum seta spurnartekin við boðskapin um, at Jesus kemur aftur ein dag. Tað eru gingin so nógv ár, og einki er hent enn. Kunnu vit trúgva Bíbliuni? Og sjálvt fólk, sum siga seg trúgva Bíbliuni, seta spurnartekin við, um tann kærleiksfulli Gud kann lata nakran glatast.
Boðskapurin er annars greiður, at tann kærleiksfulli Gud sendi son sín, Jesus, til jarðar, til tess at einhvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast men hava ævigt lív, (Jóh 3,16). Og tað er bara við trúgv á Jesus, at vit ognast æviga lívið og sleppa undan glatan.
Á Jeremiadømum vóru fleiri lygiprofetar. Tað eru tað eisini í vesturheiminum í dag.
Peikar fram móti frelsuni í Jesusi
Jeremia talaði Guds orð til fólkið. Hann segði teimum Guds sannleika.
Fólkið skuldi vera 70 ár í útlegd, síðani skuldu tey sleppa heimaftur. Tað orðið gekk út.
Men hann boðaði ikki bara eina frelsu, sum fór at koma um 70 ár. Hann peikaði eisini fram móti ævigu frelsuni í Jesusi.
Í Jeremia 31,31-34 sigur hann soleiðis:
”Sí, dagar skulu koma, sigur Harrin, tá ið eg geri nýggjan sáttmála við Ísraels og Júda hús, ikki eins og hin sáttmálin, sum eg gjørdi við teir, ta ferðina tá eg tók í hond teirra og leiddi teir út úr Egyptalandi; tí at tann sáttmálan slitu teir, so at mær stóðst við teir, sigur Harrin. Nei, hetta skal vera sáttmálin, sum eg geri við Ísraels hús eftir hesar dagar, sigur Harrin: Eg leggi lóg mína í barm teirra og riti hana á hjørtu teirra; og eg skal vera Guð teirra, og teir skulu vera fólk mítt. Vinur skal ikki meira kenna vinmanni sínum ella bróðir bróður sínum og siga: Kennið Harran; tí at tey skulu øll kenna meg, bæði smá og stór, sigur Harrin; tí at eg man fyrigeva misgerð teirra og ikki meira minnast á syndir teirra.”
Her peikar hann fram móti Jesusi. Tað verður ein nýggjur sáttmáli, har Harrin fyrigevur syndina. Hetta er náðiboðskapurin í Jesusi.
Boðskapurin skal ganga út
Boðskapurin, at fólkið skuldi vera í útlegd í 70 ár og síðani koma heimaftur, gekk út.
Boðskapurin, at tað skuldi koma ein nýggjur sáttmáli, ein friðarsáttmáli í Jesusi, har tað var náði at fáa, og har Gud fyrigevur syndirnar, gekk út í Jesusi.
Boðskapurin, at Jesus er farin heim til Faðirin at gera okkum, sum trúgva á hann, ein stað til reiðar, og at hann kemur aftur ein dag at taka okkum heim til sín at vera ævigt saman við honum, skal eisini ganga út!
Føroyar, Føroyar, Føroyar. Hoyr orð Harrans
Á, land, land, land. Hoyr orð Harrans!
Hoyra vit í dag orð Harrans?
Latið okkum ikki tøla og taka ein annan boðskap til okkara enn tann, sum er Bíbliunnar sanni boðskapur.
Latið okkum gera okkum kend við Guds orð, so at vit kenna tað, og tí duga at skilja lygiboðskap burtur frá tí sanna boðskapinum, tá ið hann ljóðar.
Føroyar, Føroyar, Føroyar! Hoyr orð Harrans!
Amen