Landsinnsavningin gav Bláa Krossi 854.000 krónur

Blái Krossur Føroya sigur frá, at landsinnsavningin í ár gav 854.000,00 krónur, sum diakonali felagsskapurin takkar hjartaliga fyri. Eisini takka tey teimum, ið hjálptu til at savna inn 11. mai.

Peningurin í ár fór til tvær verkætlanir hjá Fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi:

  • Øll hava rætt til góð barnaár
  • Liv lívið

Blái Krossur takkar samskiparum, bússuberarum og øllum, sum hjálptu til at gera hetta møguligt.

Eisini takka tey øllum gevarum um landið, sum stuðlaðu undir hetta týdningarmikla arbeiðið.

At enda takkar Blái Krossur teimum, sum skipaðu fyri ella luttóku á stuðulskonsertini í Løkshøll sama dagin.

LES EISINI  Blái Krossur hevur landsinnsavnan leygardagin
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina