Landsskrivstovan stongd í tríggjar dagar vegna starvsfólkaskeið

Sum mong onnur arbeiðspláss skipar Kirkjuliga Heimamissiónin eisini fyri einum árligum skeiði fyri løntu starvsfólkini. Tað er aðalskrivarin, sum skipar fyri, og á skránni eru vanliga gestafyrilestrar um uppbyggjandi og/ella avbjóðandi evni, samansjóðandi tiltøk og mangt annað. Skeiðið hevur verið hildið í ymsum hølum. Fyrr mest á sjómansheimum, síðani 1993 ofta í Leguhúsinum í Nesvík, men eisini í øðrum hølum um landið, har umstøður eru til undirvísing, gisting, máltíðir og at taka sær av løttum.

Starvsfólkaskeiðið verður fyrstu dagarnar í viku 7, og tí er landsskrivstovan hjá Heimamissiónini stongd frá mánadegnum 10. februar til mikudagin 12. februar. Opið er aftur sum vant hósmorgunin 13. februar klokkan 9. Annars er skrivstovan vanliga opin gerandisdagar millum klokkan 9 og 12, tó fríggjadagar til klokkan 15.

LES EISINI  Nýggjur háskúlaleiðari funnin
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina