Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Okkum dámar væl at vera serstøk. Vit royna við mátanum vit klæða okkum, og við okkara útsjónd at vísa okkara sereyðkenni. Vit reypa okkum av at kenna tónleikabólkin úr Brooklyn í New York, sum eingin annar hevur hoyrt um. Vit gleða okkum eisini til at kunna fortelja øðrum um serstøku matstovuna, sum vit hava funnið.

Kelda: thegospelcoalition.org

Sum kristin, so eru vit eisini kallaði at at vera serstøk ella øðrvísi, men ikki soleiðis.

Tað er munur á at vera so serstakur, at fólk flenna eftir tær, og at ongin vil sita saman við tær í døgurðasteðginum, og so at vera serstakur og verða blakaður inn í ein gløðandi ovn. Seinnu hendingini vórðu Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego út fyri.

Í sjeyndu øld fyri Krist, hevði Nebukadnezar kongur hertikið Jerusalem. Hann førdi hesar tríggjar ungu menn í útlegd í Bábelon, og gav teimum boð um at tilbiðja standmyndina av sær sjálvum (Dán 3, 16)

Avgudar í gerandisdegnum

Hóast vit møguliga ikki síggja tað, so eru vit sum kristin í dag í eini líknadi støðu. Vit eru eisini í útlegd, og liva í einum landi, sum ikki er okkara. Hóast eg elski New York, har sum eg búgvi, so er mítt rætta heim tann himmalski staðurin, sum Gud ger tilreiðar til okkum (Hebr. 11, 16). Hóast vit nokk ikki fáa boð um at tilbiðja eina standmynd ella verða hótt eftir lívinum, so møta vit nógvum ymiskum sløgum av avgudum í gerandisdegnum. Hvat er ein avgudur? Timothy Keller, sum er amerikanskur prestur og prædikumaður, lýsir hugtakið soleiðis: Ein avgudur er alt tað, sum hevur størri týdning enn Gud, alt sum dregur títt hjarta og hug meira enn Gud, alt tað, sum tú søkir fyri at finna tað, sum bert Gud kann geva tær…Ein avgudur er alt tað, sum tú í hjarta tínum hyggur eftir og sigur “Um eg bert fái hatta, so havi eg eitt lív við meining, og so veit eg, at eg havi virði, og tá fari eg at kenna meg týdningarmiklan og tryggan”.

Við støði í hesi allýsing kunnu vit siga, at vit dagliga møta avgudum, sum vilja hava okkum at tilbiðja seg.

LES EISINI  United by Music – sameind í tónleikinum

Tað sást týðiliga á Sjádraki, Mesjaki og Ábed-Nego, at teir vóru nakað serstakt. Tá ið øll onnur lógdu seg niður at tilbiðja standmyndina, so vórðu teir standandi. Og tað sóu hini fólkini. Summi søgdu kongi frá, at teir høvdu verið ólýdnir ímóti boðunum frá kongi. Kongur gjørdist í øðini. Hann kallaði teir til sín og segði: Íðan, eru tit til reiðar, so skjótt sum tit hoyra ljóð av hornum, ljóðpípum, gígum, hørpum, saltarum, sekkjapípum og alskyns ljóðførum, til at falla niður og tilbiðja standmyndina, sum eg havi latið gera, tá skal hetta verða gloymt; men vilja tit ikki tilbiðja hana, tá skulu tit alt í einum verða varpaðir inn í hin gløðandi ovnin; og hvør er tann gud, ið tá kann bjarga tykkum úr míni hond?« (Dán 3, 15).

Men Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego vildu ikki boyggja seg fyri boðum kongs. Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego svaraðu Nebukadnezari kongi: »Okkum liggur einki á at svara tær upp á hetta; skuldi hetta borið á, tá er Guð vár, sum vit dýrka, førur fyri at frelsa okkum út úr hesum gløðandi ovni og úr tíni hond, kongur! Men ger hann tað ikki, so skalt tú, kongur, vita, at vit vilja kortini ikki dýrka gud tín ella tilbiðja gullstandmyndina, sum tú hevur latið reisa!« (Dán 3, 16-18).

Tað er á hendan hátt, at vit eru kallaði at vera serstøk. Vit eru ikki kallaði at vera sum vinmaðurin ella vinkonan, sum á Instagram vísir á øll møgulig forkunnug ferðamál og heilt serstakar upplivingar, men heldur at vera sum tilflytararnir, sum hava siðir og matmentan sum ger, at tey ikki eru sum øll onnur. Vit eru fólk í útlegd, og vit eru kallaði at kenna avgudarnar í okkara mentan og at sýta fyri at boyggja okkkum niður og tilbiðja teir; eisini tá ið hetta hevur avleiðingar við sær, sum kunnu føra til deyða.

LES EISINI  Regn bjargaði presti ...

Serstøk í øllum

Vit eru kallaði til at vera serstøk í okkara arbeiði. Vit liva í eini mentan við eini stórari stremban eftir at eydnast og at hava framgongd; viðurkenning og vald kunnu lættliga gerast avgudar. Tílíkir avgudar kunnu hava við sær, at vit altíð arbeiða og ongantíð hvíla. Sum fólk í útlegd, so eru vit kallaði til at arbeiða hart, tó ikki fyri at vinna okkum sjálvum æru, men at arbeiða til Guds æru. Vit eru kallaði til at steðga á hvønn sunnudag, soleiðis at vit kunnu hvíla okkum og fylla á andaliga. Soleiðis eru vit kallaði at liva, eisini um okkara teldupostkassi er fullur mánamorgun, tá ið vit fara aftur til arbeiðis, ella um vit verða lopin um í køðini til eitt betri lønt starv.

Vit eru kallaði til at vera serstøk í okkara tíðarnýtslu. Uttan at vit geva okkum far um tað, so kann tað vera so skjótt, at vit brúka nógvar tímar á netinum at lesa teldupost ella fyri at røkja okkara talgilda profil. Okkara fartelefon kann eisinini gerast okkara avgudur. Rótin til hendan trupulleika er oftani, at vit hava eina trongd eftir at verða góðkend.

Sum trúføst fólk í útlegd, so kunnu vit brúka tøknina til at ríka okkara lív, men vit skulu ikki lata tøknina fáa vald á okkum. Tað kann gerast neyðugt, at vit leggja alt hetta til viks, soleiðis at vit fáa stundir til at søkja Gud í hansara orði og at vera saman við fólki, hóast hetta kann merkja, at tað er okkurt sum vit ikki síggja ella hoyra.

Eitt av kjarnuøkjunum, har vit eru kallaði at vera øðrvísi er í okkara kærleikssambondum. Vit liva í einum heimi, har tað er vanligt at fólk bæði fara í song saman og búgva saman áðrenn tey eru gift. Vit eru ikki kallaði at liva soleiðis. Nei, vit eru kallaði til at halda okkum frá kynsligari samveru áðrenn hjúnaband.

LES EISINI  Set stikkið í

Í einum stórbýi sum New York kann spurningurin um húsaleigu vera sum steinur oman á byrðu, tá ið talan er um ikki at liva saman áðrenn hjúnalag. Men, hóast tað kann vera ein stór fíggjarlig sparing at flyta inn saman, so eru fleiri pør í kirkjuni, har eg gangi, sum hava avnoktað avgudarnar sex og vælveru og búgva tí í hvør síni íbúð, hóast hetta kostar bæði fíggjarliga og kensluliga.

Serstøk heilt til deyða

Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego eru sera góðar fyrimyndir hjá okkum at hava, tá ið tosað verður um, at vit eru kallaði at vera øðrvísi. Hóast teir vórðu hóttir við deyða, so vóru teir trúfastir. Hjá okkum er tað tíverri ofta soleiðis, at vit boyggja okkum fyri avgudum undir nógv minni trýsti enn teir møttu. Vit megna ikki at vera øðrvísi.

Og tá tosa vit ikki bara um tær stóru løturnar í lívinum.

Í øllum teimum smáu avgerðunum, sum vit taka hvønn dag, kunnu vit velja okkurt sum minnir um Gud framum Gud sjálvan. Og orsaka av hesum, so hava vit uppiborið at verða kastaði í eldovnin. Okkum tørvar ikki frelsu frá vreiðum avgudum, men bjarging undan Guds ævigu vreiði.

Tað er einans eitt, sum kann bjarga okkum undan hinum æviga eldinum. Tað er við at trúgva á hann sum stóð, har sum vit falla, og sum doyði fyri at vit kunnu liva – Jesus Kristus.

Gud bjargaði Sjádraki, Mesjaki og Ábed-Nego úr eldovinum, og kongurin setti teir til leiðarar í landinum. Soleiðis er tað eisini við okkum. Um vit trúgva á Gud, so bjargar hann okkum undan æviga eldinum, sum vit hava uppiborið. Hann styrkir okkum í trúgva okkara, soleiðis at vit kunnu liva eftir tí, sum vit eru kallaði til, og ein dag liva saman við Jesusi í tí himmalska staðnum, sum eru okkara rætta heim.

David Schuman hevur skrivað greinina.
David er hjálparprestur í Exilic Church í New York
Andrias Magnussen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina